Talan er um miðverja, sum er høgt í metum hjá teimum flestu, sum kenna til leikaran.
Talan er um miðverja, sum er høgt í metum hjá teimum flestu, sum kenna til leikaran.
Eliaquim Mangala er 23 ára gamal og kemur frá Porto fyri 32 milliónir pund. Mangala er frá Fraklandi og hevur leingi verið settur í samband við Manchester City.
Hetta er 6. leikarin, sum Manchester City keypir/leigar í summar. Frammanundan eru Willy Cabellero, Fernando, Frank Lampard, Bacary Sagna og Bruno Zuculini keyptir.




