Niðanfyri ber til at hoyra søguna um Kópakonuna á føroyskum, donskum, enskum og týskum.
Niðanfyri ber til at hoyra søguna um Kópakonuna á føroyskum, donskum, enskum og týskum.
Anfinnur Heinesen, sjónleikari og nú nýggjur stjóri á Háskúlanum hevur lisið søguna á føroyskum og donskum, ímeðan Óli Breckmann, ið flestu munnu kenna hevur lisið enska partin og Alex Sólstein okkara gamli skúlastjóri, tónleikari og málsnillingur hevur staðið fyri upplestrinum av týska partinum.
Afturat Kópakonuni á teim fýra málunum, er eisini ein ljóðmynd um Kópakonuna at hoyra.
Tað er Maiken Háberg Hansen, ið hevur staðið fyri ljóðsniðgevingini, bæði ljóðunum, ið liggja undir sjálvari søguni og eisini hevur hon ljóðsniðgivið ljóðmyndina, ið er at hoyra her, ið kallast ”Hamskiftið”.
Maiken Háberg Hansen er fødd og uppvaksin á Argjum og hevur frá barnsbeini av haft sera stóran áhuga fyri tónleiki og ljóðupptøkum.
Maiken er útbúgvin M. A. Í Sound Design for Film and Television frá bretska National Film and Television School, sum er sera høgt í metum.
Hon hevur verið búsitandi í London síðani 2006 og arbeiðir sum freelance ljóðsniðgevið. Millum annað hevur hon fingist við ljóðklipp til spælifilmar, ljóðbland av filmum og dialog klipping fyri nýggja BBC barna sjónvarpsrøð.
Trýst á linki niðanfyri og hoyr søgnina um Kópakonuna á fýra málum og so HAMSKIFTIÐ:




