Kendi amerikanski sjónleikarin, Robin Willams, varð funnin deyður fyrranáttina. Miðlar skriva, at helst er hann deyður fyri egnari hond. Men áðrenn hann doyði, innspældi hann fýra filmar, sum almenningurin ikki hevur sæð enn.

Robin Williams var 63 ára gamal, nú hann doyði. Hann hevur í eina tíð stríðst við eina svára depressión, vilja summir útlendskir miðlar vera við.
Slík tíðindi raka allan heimin, bæði høg og lág. Forsætisráðharrin í Amerika, Barack Obama, hevur almennar viðmerkingar til hendingina. Hann sigur, at Robin megnaði bæði at fáa okkum at flenna og at gráta.
– Hann spældi so nógvir ymiskir persónar í sínum filmun og hetta ger, at hann er og var ein ’unikur’ sjónleikari, sigur Barack Obama.
Fýra filmar áðrenn deyðan
Robin Williams náddi áðrenn deyða sín, at spæla inn fýra filmar, ið ikki eru frumframførdir alment enn. Tað skrivar Independent.
Tann fyrsti, ið verður frumframførdur, er ’Night at the Museum: Secret of the Tomb’. – Her spælir hann tann amerikanski forsætisráðharrin Theodore Roosevelt.
Umframt tað, ein annan film, ið vit enn ikki hava fingið navnið á. Eisini hevur hann lagt rødd til tveir teknifilmar, ið ikki eru útkomnir enn.