Gary Neville, fótbóltsviðmerkjari hjá Sky Sports, trýr ikki uppá, at Liverpool kemur í topp 4 komandi ár.
Gary Neville, fótbóltsviðmerkjari hjá Sky Sports, trýr ikki uppá, at Liverpool kemur í topp 4 komandi ár.
– Eg haldi, at Liverpool yvir avrikaði síðsta ár. Teir vóru í avgjørt teirra optimala støði. Men eg síggi teir ikki sum sterkari enn Manchester City og Chelsea. Og so vænti eg, at Manchester United og Arsenal vera hini bæði liðini í topp 4, sigur Gary Neville við heimasíðuna hjá Skyr Sports. Hann væntar, at stríðið um meistaraheitið stendur millum Manchester City og Chelsea, har hann hevur Chelsea sum favoritt.
The Telegraph hevur eisini havt eina video samrøðu við Gary Neville um komandi kappingarár í Premier League, sum kann síggjast niðanfyri.




