Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tony Marano og co. til Føroyar at stuðla grindamonnum

Norðlýsið

Fyrst í september koma hvala stuðlar úr Japan til Føroyar at vísa sín stuðul yvir fyri grindamonnum og tilfeingisrættindum.

Tað er eingin loyna, at Føroyar og Japan hava felags eyðkennir á júst hvala økinum, tí bæði londini veiða hval. Í summar hava vit mest hoyrt um grinda mótmælis felagsskapin Sea Shepherd, sum hevur sett dagskránna í Føroyum. Men nú koma útlendingar til landið, sum vilja vísa sín stuðul til føroyingar og grinda mentanina her í landinum.

Koma úr Japan

Nú er eisini endaliga staðfest, at stóri  Føroya-vinurin og grinda-stuðulin, Tony Marano, eisini kendur sum Propagandabuster Tony, ferðast saman við nøkrum japonskum hvala-stuðlum úr Japan til Føroya 3. september og væntast at vera í Føroyum 4. september. Teir koma her at stuðla føroysku grindamonnunum og at vísa føroyska tilfeingisrættinum fullan stuðul. Teir vilja eisini síggja Føroyar, og sleppa at smakka grind, spik og annan mat, sum umboðar føroyska tilfeingið, hava vit fingið upplýst frá teirra ferðalagi.

Niðanfyri er youtube brot, har Tony Marano greiðir frá sínum hugsanum um eina bók, sum oddamaðurin í Sea Shepherd, Paul Watson, hevur givið út.

Harleywoodpaint