Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TERRY’sa SAGA – Sjónleikur í Svínoy í annakvøld

Tíðindaskriv

60 min. av føroyskum samleika og ein reyð nøs

60 min. av føroyskum samleika og ein reyð nøs 

Eventmálaráðið bjóðar til leikferð hjá klóvninum Terry. Klóvn-leikurin er til vaksin, evnið er Føroyingasøga og endiliga verður hann at síggja kring landið!

Hvat hendur um ein clown fær til uppgávu at lýsa føroyska samleikan? Vit hava biðið Terry lagt tingini á borðið og guida okkum ígjøgnum okkara egnu søgu. Hvat stendur skrivað millum linjurnar? Hvørjar detaljur hava vit yvirsæð? Og hvørji súmbolir hava vit misskilt? Í stuttum verður føroyski samleikin eltur, snaraður, tugdur og sniffaður í hesum lívsjáttandi flennifesti har eingin sýning er eins og hvør einasta løta óforútsigilig.

“TERRY’sa SAGA” hevur verið at sæð í Stjórastovuni á ársins G!-Festivali, á Tjóðpallinum á Ólavssøku og í Atlantis Bio á Summarfestivalinum – og fjøldin hevur verið sera væl nøgd við leikin higartil. Facebook fortaldi okkum millum annað:

“Av absaluttu hæddarpunktunum á G hevur verið Terry´sa saga við Kjartan Hansen. Pínadxx tað var gott!”

– Jákup Veyhe

“Super ólavsøka – men við allari respekt fyri restini: Tað besta var Terry’sa saga við Kjartan Hansen!
Heilt suverent”

– Sjúrður Skaale

“Alt mítt upphav, mínar røtur, mín samleiki, mítt blóð, mín tjóð, mítt fólk og mín søga. Alt liggur í skeljasori eftir ein keldukritiskan tíma á Tjóðpallinum í gjárkvøldið. 60 Minutes go home, vónandi fert tú at turnera kring landið, tí hatta var sgu klassi!”
– Heini í Skorini



Komandi vikurnar verður “TERRY’sa SAGA” at síggja ymsastaðni í landinum og higartil sær leikferðin soleiðis út:

15. August kl. 21:00 – Dansistovan, Svínoy
17. August kl. 20:00 – Seglloftið, Tvøroyri
20. August kl. 20:00 – Málarastovan hjá Sigrun Gunnarsdóttir, Eiði
23. August kl. 20:00 – Skúlin, Skúvoy

Meiri kunning fæst á Facebook-síðuni hjá“Eventmálaráðið”


Harleyfacadeacryl