Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sea Shepherd kann leggja fót fyri alivinnuni

Norðlýsið

– Hesir bátarnir kunnu hava allar møguligar sjúkir við sær, sigur Hans Andrias Djurhuus, sum hevur fylgt væl við Sea Shepherd í summar.

Tað er alment kent, at Sea Shepherd felagsskapurin hevur nógvar smærri bátar, sum frítt sigla millum oyggjarnar og eru ætlaðir at kunna steðga grindadrápum. Men lítið hevur verið at frætt um avleiðingar av hesum. Havnarmaðurin Hans Andrias Djurhuus hevur nú reist spurningin, um ein hevur vart seg fyri smittuvandum.

– Hevur nakar hugsa um smittuvandan, sum kann standast av, at allir hesir fremmandu bátarnir á vogni frítt kunnu koma inn í landi. Vit skulu minnast til, at vit hava eina væl rikna og fríska alivinnu í Føroyum, sum vit mugu gera alt fyri at verja móti sjúku og smittuvanda. Eingin veit hvar hesir bátar hava siglt, áðrenn teir komu til Føroya. Teir kunnu hava allar møguligar sjúkur við sær, og soleiðis leggja fót fyri okkara alivinnu. Verður alivinnan rakt av sjúku er tað til óbótaligan skaða fyri alivinnuna og føroyska samfelagið. Í t.d. Íslandi skal øll fiskiútgerð, sum ferðandi hava við sær sóttreinsast fyri at verja móti smittu. Munnu bátarnir, tey hava við sær, vera sóttreinskaðir áðrenn teir vóru sjósettir her í Føroyum? Hugsi ikki at tað varð gjørt. Hugsi tykkum til, at kjalarvatnið ella kølivatnskanalirnar á motorunum standa fullar av gomlum vatni og óhumsku sum stavar frá einum smittaðum øki onkustaðni úti í heimi, har hesir bátar seinast sigldu, áðrenn teir komu hendan vegin? Alt hetta er nú spreitt út um alt Føroya land. Tað er ikki ein fjørður tey ikki hava veri á, og her heldur okkara alivinna til. Forbjóði hesum í stundini, sigur Hans Andrias Djurhuus og vísir á yvirfyri Norðlýsinum, at alivinnan í Chile varð løgd í oyði av sjúku, sum kom við brúktum kørum og gamlari útgerð innflutt úr Noreg. Tað er ein katastrofa um tað hendir í Føroyum, sigur hann.