Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skeið fyri lítlar sjórænarar á Sjómannadegnum

John William Joensen

Sjórænarasøgur, teknikapping og annað sum hevur við sjórænarar at gera verður partur av stórum barnatiltaki á Sjómannadegnum, sum Kapteyn Gardar og Stampi skipa fyri.

Sjórænarasøgur, teknikapping og annað sum hevur við sjórænarar at gera verður partur av stórum barnatiltaki á Sjómannadegnum, sum Kapteyn Gardar og Stampi skipa fyri.

Jákup Ósá

Frá kl. 12 til 17 á Sjómannadegnum verður skeið fyri lítlar sjórænarar. Kapteyn Gardar og Stampi eru teir, sum standa á odda fyri tiltakinum.

– Hetta sjórænara skeiðið er fyri børn undir skúlaaldur. Vit ímynda okkum, at tey kunnu vera millum 4 og 7 ára gomul. Ynskiligt er, at børnini møta upp í sjórænaraklæðum, men síðani hava vit sjórænarakonur, sum mála børnini at síggja út sum sjórænarar. Tað byrjar við, at sjórænarasøgur vera sagdar frá niðri í logarinum umborð á Draganum við livandi ljósi. Síðani verður teknikapping, har børnini kunnu tekna Kapteyn Gardar, Stampi, Dragan ella eitt sjórænaraflagg. Tá teknikappingin er liðug, fara allar tekningarnar niður í eina skattakistu. Har vera so 10 vinnarar drignir, sum fáa ein kassa av sodavatni frá Føroya Bjór, siga teir báðir Kaptain Gardar og Stampi.

Fáa diplom

Børnini fáa eisini nakrar avbjóðingar á vegnum og klárar tey hesar, so vera tey góðkend sum lítlir sjórænarar av Kapteyn Gardar og Stampi.

– Børnini skulu grava eftir gulli, ganga á einum planka og heysa sjórænarafløgg. Tá tey klára hetta, so vera tey góðkend sum lítlir sjórænarar av Kapteyn Gardar og Stampi. Fyri tað fáa tey diplom og stempul sum sigur, at tey eru góðkend sum lítlir sjórænarar, siga Kapteyn Gardar og Stampi. Teir leggja afturat, at eingi krøv eru til børnini, tí øll klára avbjóðingina. Eisini er ætlanin, at fáa myndir tiknar frá tiltakinum.

Tey sum ynskja at luttaka skulu møta upp við økið, har sum Dragin liggur, sum er á økinum, har Sjómannadagurin hevur sínar kappingar. Verður veðrið keðiligt, so verður tiltakið hildið soleiðis, at alt fer fram undir taki.

Harleyfacadeacryl