Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BLÁTT GRAS konsert í Kelduni.

TÍðindaskriv

Fríggjakvøldið 15 august verður áhugaverd konsert í Kelduni í Skálafirði. Tað er kendi bólkurin Blátt Gras sum fer á pallin at spæla teirra fangandi og lurtaravinarliga bluegrass/contry tónleik.

Fríggjakvøldið 15 august verður áhugaverd konsert í Kelduni í Skálafirði.

Tað er kendi bólkurin Blátt Gras sum fer á pallin at spæla teirra fangandi og lurtaravinarliga bluegrass/contry tónleik.
 

Konsertin byrjar kl 20.

Eisini kemur Eyðun Jacobsen og ein nýggj duo við Dan Leivsson og Johnny Mikkelsen at luttaka á konsertini.

Bólkurin Blátt Gras fer 14 september til USA at innspæla eina nýggja fløgu. Teir fara í Crossroads Studio í Arden NC. Hetta er sama studio sum Zamar og Kvartettin í Betesda innspældu teirra fløgur.

Tað verður multitalentið David Jones sum kemur at produsera fløguna hjá Blátt Gras.

Konsertin í Kelduni fríggjakvøldið er ókeypis, tað verður tó ein innsavnan á konsertini har møguleiki verður at geva eina gávu til bólkin.
 

Eftir konsertina verður ein góður drekkamunnur at fáa.

Ver hjartaliga vælkomin í Kelduna fríggjakvøldið kl 20.