Antonio Conte er settur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Italia.
Conte hevur seinastu árini verið venjari hjá Juventus, har hann hevur vunnið trý meistaraheitir á rað. Nú skal Conte venja Italia, sum skal royna at spæla seg í EM endaspælið í Fraklandi í 2016. Frammanundan hevur Cesare Prandelli verið venjari hjá Italia.
Conte spældi sum leikari 20 landsdystir fyri Italia.




