Í løtuni er bara spenningur um Europa League plássini í Effodeildini.
B68-EB/Streymur
B68 hevur bara skorað eitt mál seinastu fýra umførini, og liðið hevur ikki vunnið síðani 22. juni. Ellivu stig eru upp til nærmasta liðið yvir niðurflytingarstrikuni, so hetta er helst seinasta útkall hjá B68, um tað skulu gera sær vónir um at yvirliva. EB/Streymur hevur havt skiftandi úrslit seinastu tíðina og fyrri dysturin í ár á Svangaskarði endaði við javnleiki. Men síðani tá hevur B68 mist nógv av sjálvsáliti og trúgv uppá, at tað ber til at fáa úrslit og tí er nærliggjandi at seta EB/Streym at vinna hendan dystin, har B68 ikki fær mál. Tipping: 2
HB-ÍF
Hesin dysturin var stórdystur í 2013 og 2014. Men tað er hann ikki í ár og serliga ikki hesaferð. HB vísti seinast við Margáir, at tað hevur ikki givið upp at fanga B36 aftur. ÍF manglar nógv fólk, og tað fer at merkjast í einum so truplum dysti. Tryggur sigur til HB. Tipping: 1
Skála-NSÍ
Skála er í somu støðu sum B68. Tað er við at vera seinasta útkall, tí munurin upp til 8. pláss er so stórur. Tað verður tó neyvan hesaferð, at Skála fær nakað stig. NSÍ hevur tilsamans vunnið 11-2 móti Skála í tveimum dystum í ár og runavíkingar hava fult stigatal móti teimum trimum niðastu liðunum. Tað er sera sannlíkt, at NSÍ vinnur tryggan sigur á Skála. Tipping: 2
AB-B36
Hetta er mest spennandi dysturin á pappírinum hetta umfarið, hóast stigatalvan ikki beinleiðis bendir á tað. Tað skyldast, at AB er væl fyri fyri tíðina og er eitt av fáu liðunum, sum kunnu nakað móti topp liðunum. M.a. hava argjamenn tikið stig frá bæði B36 og HB í Gundadali í ár. AB hevur ikki tapt síðani 9. juni og so er spurningurin, um teir megna at halda ta gongdina, nú greiða oddaliðið stendur hinumegin. B36 hevur vunnið teprar sigrar seinastu tíðina, har fá mál eru farin ígjøgnum. Nú HB væntandi vinnur uttan trupulleikar, so er trýst á B36 fyri at halda munin, sum teir helst ynskja áðrenn seinastu dystirnar, tá grannauppgerð er í seinasta umfarinum. Javnleikur ella ein stríðssigur til oddaliðð. Tipping: 2
Víkingur-KÍ
Víkingur hevur spælt fýra javnleikir á rað, meðan KÍ hevur spælt tríggjar javnleikir á rað. Tí er javnleikur eitt gott boð her eisini. Víkingur hevur ikki tapt í átta dystum, meðan KÍ ongantíð hevur vunnið í Norðragøtu móti Víkingi. Liðini hava spælt tríggjar dystir móti hvørjum øðrum í ár, har Víkingur hevur vunnið tveir, harav ein í steypakappingini, meðan KÍ vann tann fyrsta. Hesin dysturin er avgerandi hjá serliga KÍ í Europa League stríðnum, tí ein sigur til teir bláu ger, at bara 3 stig vera upp til Víking, sum undan dystinum liggur nummar trý. Hallur Hansson og Hans Jørgen Djurhuus mangla á miðvøllinum hjá heimaliðnum, sum hóast tað má metast sum favorittur á heimavølli. Tipping: 1




