Norðoya Fornminnasavn varð stovnað í 1968 av áhugafelagnum Norðoya Fornminnafelag, og verður rikið av nevndini í felagnum eftir løgtingslóg um bygdasøvn. Raksturin verður fíggjaður av stuðli frá Klaksvíkar kommunu og landinum. Savnið heldur til í teimum gomlu einahandilshúsunum í Klaksvík, bygd í 1838. Einahandilin varð avtikin í 1856, men húsini standa so at siga óbroytt enn. Savnið hevur eisini ognað sær tey gomlu Faktorshúsini, bygd til faktorin samstundis sum handilshúsini. Faktorshúsini eru undir umvæling og seinastu árini er rættuliga fitt gjørt við tey, takið er skift, flag lagt á, stórviður og klædningur skiftur, vindeyðuni sett í stand, so tað restar lítið í uttan, menn innan manglar. Tað verður arbeitt alt eftir hvussu fíggjarstøðan loyvir, men eitt sindur hvørt ár.
Norðoya Fornminnasavn hevur tvey framsýningarhøli. Annað vísir fram arbeiðsamboð og lutir frá farnari tíð, fiskireiðskap, búnýti, amboð og annað frá gerandislívinum. Nevnast kann t.d. ein gomul kvørn, seinast nýtt at mala korn við undir seinra heimsbardaga. Nakrar gamlar myndir av Norðoyggjum eru eisini at síggja.
Hitt hølið er Apotekið. Upprunaliga varð tað gjørt í 1919 til toystovu, men brúkt sum apotek 1932 – 1961. Smiður var Magnus Jacobsen, Magnus á Kamarinum, úr Havn.Tað er prýtt við seytjan málningum, málaðir á dragaran og syllina. Eliesar Joensen úr Mikladali, Eliesar í Pálsstovu, hevur málað ellivu, Jens Christian Guttesen úr Havn fýra og tveir eru ósigneraðir. Hetta vakra hølið verður sýnt fram, sum tað sá út tá tað var apotek, við krukkum og arbeiðstólum.
Sum partur av savnsarbeiðinum hevur savnið ognað sær motorbátin Nólsoyar Páll, smíðaður í Klaksvík í 1927. Hann liggur fyri teymi á vánni og ætlanin er at hann verður varðveitur sum ein útróðrarbátur.
Savnið eigur eisini aðrar ognir runt um í Norðoyggjum, fráfluttu bygdina Fossá, ein hjall í Gerðum og eina myllu í Kunoy.
Savnið hevur gjøgnum árini luttikið í fornfrøðiligum rannsóknum í Klaksvík, fyriskipaðar av Føroya Fornminnissavni. Grevsturin “Niðri Í Toftum” við Borðyoarvík byrjaði í 1969, og hevur verið grivið har í fleiri umførum. Seinast var í 2002, men er rannsóknin ikki liðug. Har eru funnar leivdir av fleiri húsum, har tey elstu eru úr víkingatíð.
Fyrstu árini vóru handilshølini í miðhæddini í norðara partinum, meðan sunnasta húsið var pakkhús.Í 1883 vórðu nýggj handilshøli innrættað, og hevur handil síðani verið í hesum hølum, Jens Klæmint Isaksen og síðani Jens Sofus Isaksen til 1993. Nú er Leikalund í handilshølunum. Øll hesi mongu ár hava sett síni merki og givið hølunum sín serstaka dám, sum gera tey verd at varðveita, tí tey eru ein partur av mentanarsøguni í Klaksvík og Norðoyggjum.
Í teimum elstu handilshølunum er stórt hølið, ið hevur verið nýtt til ymiskar framsýningar, í dag verður tað mest nýtt til konsertir og onnur tiltøk sum Leikar í Lund skipar fyri, og er tað vorðið ein týðandi táttur í
mentanarlívinum í Klaksvík. Navnið Spaniastova kemur av einari hending. Undir fyrra krígnum, 1914 – 18 vóru vánaligar tíðir í Føroyum, trupult var at fáa vørur og annað til landið. Tá kríggið endaði, sendi Klaksvíkshandilin eitt skip til Spania, og tað kom fullfermt aftur til Klaksvíkar, og allur farmurin, vørur av øllum handasløg vóru uppskipað og løgd inn í handilshølini. Heilt skjótt byrjaðu fólk at nýta kelinavnið Spaniastova um hølini, og tað bleiv hangandi í eina tíð eftir. Síðani er navnið tikið uppaftur og verður tað í dag nýtt um hølið.




