Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Looknorth og Sjómannadagurin 2014

John William Joensen

LOOKNORTH: Av tí at meginparturin av tiltøkunum eru flutt yvir um vágna í ár, hava vit gjørt av at luttaka aktivt á sjómannadegnum í ár. Fyri tað fyrsta hava vit opið hús, har vit ynskja at bjóða øllum at síggja hvat Looknorth er fyri ein fyritøka. Høvi verður at síggja meðan framleiðslan er í gongd.

Av tí at meginparturin av tiltøkunum eru flutt yvir um vágna í ár, hava vit gjørt av at luttaka aktivt á sjómannadegnum í ár.

Fyri tað fyrsta hava vit opið hús, har vit ynskja at bjóða øllum at síggja hvat Looknorth er fyri ein fyritøka. Høvi verður at síggja meðan framleiðslan er í gongd.

Eisini bjóða vit drekkamunn við nýbakaðum vaflum. Sjálvandi ókeypis, sum alt annað á sjómannadegnum.

Vit vilja eisini vera við til at hugna um dagin, og í tí sambandi, skipa vit fyri flakarógving. Vit hava gjørt nakrar flakar úr flamingo, og vit hava fingið 8 manningar at rógva kapp runt um stórukai.

Manningarnar eru politikkarar, vinnulívsfólk og onnur kend fólk úr býnum.

Gávubúðin hjá Annu, letur vinning til vinnadi manningina.