Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Balotelli til Liverpool?

Jákup Ósá

 Tað virkar óveruligt, men ”trupulleika barnið” er sambært fleiri fjølmiðlum á veg til Liverpool.

Balotelli er kanska meira kendur fyri sínar keðiligu síðir, sum einki hava við fótbólt at gera. Nógv reyð kort og nógvir trupulleikar við venjarar hava eyðkent hansara fótbóltsleið. Seinastu árini hevur hann spælt við AC Milan. Men nú skrivar Sky Italia, at Balotelli skal hava sagt, at hetta er hansara seinasti dagur í Milan. 

Liverpool sigst vera í samráðingum við Milan og ynskir at leiga hann fyrst í eitt ár, men hetta skal Milan hava sagt nei til. Síðani er ein upphædd á umleið 20(16 m.p siga summi bløð) milliónir pund nevnd sum ger, at leikarin við teimum mongu trupulleikunum, skiftir til Premier League, har hann spældi í nøkur ár við Manchester City. 

Harleywoodpaint