Í kvøld legði Syðritangi at við kørini við livandi fiskum, úti í Klaksvík. Tað vóru tey trý, Ólavur Poulsen og konan, sum saman við Poul Eyðfinn høvdu verið og sett ein línustubba á Pollinum.
Hetta eru somu fólkini, sum ár undan ári hava stuðla dygt upp undir Sjómannadagin, eisini við livandi fiskum.
So nú byrjar rættuliga at fyllast í kørunum. Poul Eyðfinn og Steffan Arthur hava eisini boðað frá, at teir fara at seta aftur í morgin, so tað fara vit ivaleyst at hoyra meira frá tá.




