Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuttligasta Ice Bucket Challange higartil?

Jákup Ósá

Ein Liverpool fjeppari hjá Mario Balotelli hevði sín serliga máta at taka Ice Bucket Challange, sum herjar í m.a. Onglandi í hesum døgum.

Ice Bucket Challange minnir um tað, sum m.a. føroyingar gjørdu, tá teir lupu á bláman fyrr í ár. Hesaferð snýr tað seg bara um at fáa eina spann av vatni omanyvir seg. Nógv kend fólk innan fótbóltsheimin hava tikið avbjóðingina.
Nógv umtalaði italski álopsleikarin Mario Balotelli er í løtuni á veg til Liverpool, tó at eingin sáttmáli er undirskrivaður enn. Hann var í gjár í Liverpool – á Melwood – og tók læknakanningina og tosaði við umboð fyri Liverpool. Millum Liverpool viðhaldsfólk eru ógvuliga deildar meiningar um, hvørs hetta er eitt gott keyp, tí Balotelli hevur havt nógvar trupulleikar seinastu árini bæði á og uttanfyri vøllin. Men hann hevur nakrar stórar fjepparar og fleiri av hesum stóðu uttanfyri Melwood, tá Balotelli við bili fór avstað í gjárkvøldið. Har brúkti eini fjepparin serligt høvi at taka sína Ice Bucket Challange frammanfyri Balotelli og vísti so til tvær serligar hendingar hjá Balotelli á vøllinum seinastu árini. Fyrst tá hann eftir at hava skorað fyri Manchester City móti Manchester United vísti eina t-shirt har tað stóð: ”Why always me” og so tá hann í besta Hulk Hogen stíli spenti vøddar eftir at hava skorað eitt mál.