Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tottenham rann QPR um koll

Danial Viðoy

Premier League: Tottenham vann stórsigur 4-0 á uppflytarunum Queen Park Rangers í dag. Tottenham vísti styrki og ikki minst orku í dag. Tað er munur á at síggja Tottenham í ár í mun til í fjør, tí nú renna menn fyri hvørjum øðrum allatíðina.

Seinna umfar í PL: Tottenham avgjørdi longu í fyrra hálvleiki, tí í hálvleikinum stóð 3-0. Tvær ferðir var Nacer Chadli á blettinum. Hann hevur har við økt reiðiliga um málskjótingina frá í fjør, tá ið hann bert skoraði eitt mál.

Tað seinna málið stóð nýggi og ungi bakkurin, Eric Dier, fyri. Hann skoraði eisini seinasta umfar, tá ið Tottenham akkurát vann í yvirtíðini. Hann hevur so statt fingið eina sera góða byrjan upp á Premier League karrieruna.

Annars er at siga um sigurin, at QPR ongantíð fingu eitt bein til jørðina. Tí Tottenham snøgt sagt runnu teir niður og vóru sera raskir og skjótir at trýsta QPR.

Sigurin kundi væl saktans verði størri.

Úrslit frá 2. umfari:

Everton – Arsenal 2-2

Swansea – Burnley 1-0

Southampton – West Bromwich 0-0

Crystal Palace – West Ham 1-3

Chelsea – Leicester 2-0

Aston Villa – Newcastle 0-0

Hull – Stoke 1-1

Harleywoodpaint