Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Háskúlaskeiðið – fyri ung yvir 17 ár.

Føroya Fólkaháskúli

1.septembur byrjar nýggja Heytsskeiðið hjá Føroya Fólkaháskúla. Hetta er tað sostatt fyrsta skeiðið sum Annfinnur Heinesen úr Klaksvík skal standa fyri, eftir at hann gjørdist stjóri á Føroya Fólkaháskúla 1.august. Annfinnur tók við eftir Róa Patursson, sum hevði sitið í starvinum í 26 ár.

Lærugreinirnar hesuferð eru føroyskt, bókmentir, søga, samfelag og enskt. Næmingarnir fáa eisini undirvísing í sjónleiki og filmi, málningalist og klædnasniðgeving, tilevning, glas og leir, træsmíð og dreying. Harumframt hava tey sang, morgunfimleik, hagatúrar og havsvimjing. Tey fara námsferðir um alt landið, og so verður ein rúgva av spennandi og mennandi felagstiltøkum.

Føroya Fólkaháskúli er ikki sum aðrir skúlar. Har er eingin lesiætlan, ongar royndir, einki trýst, og tí skulu næmingarnir ikki prógva nakað fyri nøkrum øðrum, enn sær sjálvum. Harafturat búgva næmingarnir í heimligum og hugnaligum umhvørvi, saman við øðrum ungum úr øllum Føroyum og úr útlondum, í 4 mánaðir, frá 1.sept til 18.des.Tað er eitt upplivilsi fyri lívið, og fer at geva teimum ungu vinir fyri lívið.

Lærarar eru Annfinnur Heinesen, Elin Lindenskov, Joel Cole, Bjørgfinnur Nielsen, Guðrið Poulsen, Hansina Iversen, Sakaris Stóra, og onnur.

Næmingagjaldið er 13.500 kr og umfatar alt, vistarhald, undirvísing, tilfar, námsferðir. o.s.fr.

Tekning til Heystskeiðið fer fram við at senda navn, føðingardag og skúlagongd áður til haskulin@haskulin.fo ella við at ringja 311743.