Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jórun skipar fyri KØKUKAPPING

Tíðindaskriv

Jórun Larsen Mørkøre, bakarameistari í Klaksvík, er líka so umhyggin bakari sum yrkis-fitness-ítróttarkvinna. Nú í heyst, leygardagin 13. septembur, skipar hon fyri bakikapping fyri amatørar.

Jórun Larsen Mørkøre, bakarameistari í Klaksvík, er líka so umhyggin bakari sum yrkis-fitness-ítróttarkvinna. Nú í heyst, leygardagin 13. septembur, skipar hon fyri bakikapping fyri amatørar.

Tilmelding er ásett til at vera í seinasta lagi 10. september

Hetta er ein køkukapping fyri amatørar. Tað vil siga, at øll leikfólk, tað er ikki bakarar og fólk, ið selja køkur heimanífrá, kunnu vera við í kappingini.

Kappingin, leygardagin 13. september, fevnir um veitslukøku, tertu og smákøkur. Dómararnir leggja serliga dent á útsjónd, ið telur 25 prosent av dømingini, smakk, 30 prosent, og kreativitet, 45 prosent.

Baksturin verður latin bakarínum hjá Jóruni ímillum kl. 11.00-12.30, 13. septembur, og klokkan 16.30 fer eitt dómaralið at kunngera sín úrskurð. Í dómaraliðnum eru Jórun Mørkøre, bakarameistari, Lisbeth Mørkøre, bakarasveinur, Jóhanna á Tjaldrafløtti, húsarhaldslærari, og Charsten Lilleris, fakkonsulentur hjá fyritøkuni Odense Marcipan í Danmark.

Dómararnir kjósa vinnarar, nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki, ið hvør sær fáa sín vinning frá ávíkavist Odense Marcipan, PM (Poul Michelsen) og Jórun.

Allar køkur og allar uppskriftir skulu merkjast, tá ið baksturin verður latin inn við uppskrift, so at dómararnir ikki síggja navnið á viðkomandi luttakara. Annars er ein treyt, at Jórun fær allar tær hjáløgdu uppskriftirnar, tí at hon við síni fyritøku fegin vil vísa, at eisini ein professionellur bakarameistari hevur brúk fyri at endurnýggja seg so vítt, tað ber til.


Tilmeldingin er í seinasta lagi mikudagin 10. sept. á telefon 21 54 14.