Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Broyting av kampingprísið til Harmonikutreffið

Tíðindaskriv

Eftir áheitanum frá kamparum úr øllum Føroyum, um at prísurin var ov høgur til kampingpláss í Fuglafirði, í samband við Harmonikutreffið komandi vikuskifitið, hava fyrireikararnir tikið støðu til at seta prísin niður við 200,-.

Eftir áheitanum frá kamparum úr øllum Føroyum, um at prísurin var ov høgur til kampingpláss í Fuglafirði, í samband við Harmonikutreffið komandi vikuskifitið, hava fyrireikararnir tikið støðu til at seta prísin niður við 200,-.

Prísurin var settur til 500,- tí hetta er tann vanligi prísurin sum verður nýttur til Páskatreffið á hvørjum árið, men hesin prísurin er nú broyttur til 300,- sum er mett at verða meir hóskandi fyri at kampa eitt vikuskiftið. Við í prísinum er pláss á økinum við Mentanarhúsið, el, wc, brúsa og skrellibingja. Pláss kann bíleggjast á olavurl@fuglafjordur.fo við at upplýsa navn, tel. nr og stødd á vogni ella við at ringja tel. 238070. Til ber at koma við kampingvogni / húsvogni hósdagin 28. august.
Atgongumerki til øll tiltøk kostar 295,- fyri vaksin yvir 18 ár og 100,- fyri børn undir 18 ár. Hesi eru til sølu á www.ebillet.dk, í Haraldsen og FK í Fuglafirði, í Kunningarstovuni í Runavík, í Magn við streymin, í Kunningarstovuni og Tutl í Tórshavn, í Effo á Tvøroyri og í kioskini umborð á Smyrli. Eisini verður søla av atgongumerkjum í SMS hós- og fríggjadagin frá kl. 15 – 18.00. Barnaatgongumerki kunnu einans keypast við dyrnar. Sí skránna á www.mh.fo ella les hana við at trýsta HER

Mentanarhúsið og Harmonikufelag Føroya