Tvær sterkar verkfrøðinga- og ráðgevarafyritøkur gerast nú sterkari við eini samanlegging. Serligar fyritreytir eru fyri vøkstri í einum býi og einum øki í landinum, so at lokkandi er at seta búgv og menningin heldur fram.
Tvær sterkar verkfrøðinga- og ráðgevarafyritøkur gerast nú sterkari við eini samanlegging
Serligar fyritreytir eru fyri vøkstri í einum býi og einum øki í landinum, so at lokkandi er at seta búgv og menningin heldur fram.
Umráðandi er, at undirstøðukervið, fasilitetir og karmar eru tilstaðar, og at eitt alment tænastustøði er, sum er tillagað umstøðunum.
Síðani eru nakrar sjálvsagdar fyritreytir, sum ikki komast uttanum: at primervinnan, sum leggur lunnar undir annað virksemi, virkar væl, og at meirivigjørdar vørur gerast veruleiki á landi.
Í triðja lagi, tað sum vanliga verður kallað tertiervinnan ella tænastuvinnan, at hon verður væl útbygd, kann útvega holla avgreiðslu, soleiðis at vinnur, sum liggja frammanfyri, fáa útinnt skapandi menning.
Klaksvík er í so máta á rættari leið, tó verður altíð langt á mál. Býurin er vælútbygdur við vinnum á flestu økjum, tó er umráðandi, at útbygt verður framhaldandi, um býurin skal gera seg enn meiri galdandi. Vit síggja samanleggingar, rationaliseringar, tøknifrøðin økist í stórum og fólk við góðum og viðkomandi útbúgvingum koma aftur til landið eftir lokna útbúgving. Umráðandi er at størv eru til hesi.
Samanlegging av SMJ og KJ-Elráð
Eina av samanleggingunum sóu vit í vikuni, tá tænastu- og verkfrøðingafyritøkurnar KJ-Elráð og SMJ gjørdust ein og sama fyritøka undir navninum SMJ. Ígjár var samkoma í hesum sambandi.
KJ-Elráð við Kristmari Johannesen á odda, hevur nú í 18 ár verið ráðgevandi verkfrøðingafyritøka við 5 fólkum og hevur staðið fyri mongum verkætlanum og SMJ við Árna Jakobsen, hevur síðani 1969 verið vælkend á markaðinum. Nú hava hesar fyritøkur lagt saman og ídag eru 16 fólk í starvi, 11 í Havnini og 5 í Klaksvík.
Hetta má sigast at vera ein samfeldur fongur ikki bara fyri Klaksvík og Havnina, men ein styrki fyri hesa ráðgeving fyri landið sum heild.
Vinnulívsráðið í Klaksvík fer at ynskja hesi nýsprettu samfeldu fyritøku góðan byr frameftir til gagns fyri land og vinnulív.




