Kreppan í samband við Næraberg málið er nú komin uppá hægsta politiska stig.
Næraberg hevur fingið vánaliga viðferð frá íslendskum myndugleikum seinasta døgnið, nú skipið hevur fingið maskinskaða og ætlar sær inn í Íslandi at umvæla skaðan. Tað er í sambandi við, at Næraberg hevur fiskað makrel í grønlenskum sjógvi, at Ísland boykottar øllum hesum skipum at koma í íslendska havn.
Sum skilst hava íslendskir myndugleikar í allan dag hildið fast um, at tað ikki er maskinskaði, men aðrar orsøkir sum gera, at Næraberg ynskir at sleppa inn í íslendska havn.
Skiparin á Næraberg, Kristin Dam, sigur, at íslendarar eru vælkomnir niður í maskinrúmið at hyggja, um teir ikki trúgva hesum. Skiparin er týðuliga sera bilsin av viðferðini frá Íslandi í hesum málinum.
Komandi tímarnir vera helst sera avgerandi fyri, hvat hetta málið endar við. Tað ljóðar, at hetta hevur elvt til diplomatiska kreppu millum Føroyar og Ísland, men enn hevur tað ikki eydnast at fingið viðmerkingar frá politiska myndugleikanum.




