Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit hava fylgt øllum mannagongdum

Jákup Ósá

Jákup Martin Joensen er formaður í kappingarnevndini.

Norðlýsið hevur í dag lýst málið um leikbannið hjá Víkinga leikaranum Hans Jørgen Djurhuus í 11. umfarinum, sum fyrst bleiv mett til leikbann í 4 dystir og síðani stytt niður á leikbann í 2 dystir. Tað er komið fram, at FSF noktar at útvega Norðlýsinum upptøkur av hendingini og at dómarin, Rúni Gaardbo, hevur skrivað eina og bara eina dómarafrágreiðing av hendingini.

Jákup Martin: Einki at fara eftir

Jákup Martin Joensen er formaður í kappingarnevndini og hann sigur, at kappingarnevndin hevur fylgt øllum mannagongdum.

– Eg standi eitt sindur spyrjandi til hetta rokið um, at leikbannið bleiv niðursett. Tí her er alt farið fram eftir vanligum mannagongdum, sum feløgini og dómararnir eru kunnaðir um og hava samtykt. Tá ein dystur er lokin, og eitt reytt kort er givið, so ganga vit 100% útfrá frágreiðingini hjá dómarabólkinum. Tá fara vit so yvir til vegleiðing um leikbann og áseta so talið av døgum eftir tí. So senda vit hetta til feløgini. Tey kunnu tá góðtaka ella mótmæla. Mótmæla tey og koma við øðrum upplýsingum, so fara vit aftur til dómarabólkin. Stendur hann fast við frágreiðingina, so stendur kappingarnevndin fast við sína avgerð. Broytir dómarabólkurin frágreiðingina, so tekur kappingarnevndin tað til eftirtektar, sigur Jákup Martin Joensen og vísir á, at líknandi mál hava verið fyrr.