Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landstýrið biðið um frágreiðing frá íslendsku stjørnuni

Norðlýsið

Málið um Næraberg hevur skapt diplomatiska kreppu millum Føroyar og Ísland.

Málið um Næraberg hevur skapt diplomatiska kreppu millum Føroyar og Ísland.

Næraberg er komin at bryggju í Reykjavík, og menninir sum skuldu heim eru slopnir avstað við flogfarinum.

Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri í uttanríkistænastuni, váttar fyri Norðlýsinum, at teir hava biðið íslendska sendiharran um eina frágreiðing av handfaringini av Nærabergi.

Uttanríkistænastan hjá løgmanni metir, at íslendska stjørnin hevur framt brot á Hoyvíkssáttmálan og tí hevur føroyski sendimaðurin í Reykjavík biðið um eina frágreiðing. Viðfaringin av Nærabergi í Íslandi er komin illa við hjá føroysku myndugleikunum og tí er ein diplomatisk kreppa undir uppsigling millum Føroyar og Ísland.

Fleiri viðmerkingar eru ikki frá føroysku myndugleikunum í løtuni.