Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit eru serstakliga væl nøgd

Tíðindaskriv

Suðuroyar Sparikassi fastheldur útlánsvøkstur fyrra hálvár 2014, hóast beinharða kapping.

Suðuroyar Sparikassi fastheldur útlánsvøkstur fyrra hálvár 2014, hóast beinharða kapping.

Útlánini í Suðuroyar Sparikassa eru hækkaði 1% fyrra hálvár 2014 í mun til ultimo 2013, úr 492 mill. kr. upp í hálva milliard krónur.

“Vit eru serstakliga væl nøgd við, at útlánini vaksa fyrra hálvár 2014, serliga sæð í mun til beinhørðu kappingina, sum í løtuni er í føroyska fíggjargeiranum”, sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Søren L. Bruhn, stjóri, vísir samstundis á, at Suðuroyar Sparikassi øll árini fyri búskaparkreppuna, undir búskaparkreppuni og nú tekin síggjast um at búskapurin er um at venda, hevur kunna víst á ein hóvligan útlánsvøkstur.

Úrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa fyrra hálvár 2014 er 1,6 mió. kr. eftir skatt í mun til 1,7 mió. kr. eftir skatt sama tíðarskeið í 2013.

Fyrra hálvár 2014 hevur verið merkt av afturgongd í netto rentuinntøkunum, sum eru fallnar 10,8% í mun til fyrra hálvár 2013, úr 12,5 mió. kr. niður í 11,2 mió. kr. “Vit væntaðu at rentuinntøkurnar fóru at lækka, og hevur Suðuroya Sparikassi tikið neyðug stig til at tillaga seg herdu kappingina”, sigur Søren L. Bruhn, stjóri.

Í sama tíðarskeiði eru innlánini økt við 13 mió. kr. úr 674 mió. kr. til 687 mió. kr. Hetta er ein øking uppá 2 %.

Virðisjavnan fyrra hálvár 2014 er 1,6 mió. kr., harav 0,9 mió. kr. stava frá sølu av partabrøvum í Nets.

Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting eru øktar úr 10.149 tkr. til 10.891 tkr.. Útreiðslurnar er sostatt øktar við 7 % samanborið við fyrra hálvár 2013.

Suðuroyar Sparikassi er fíggjarliga sterkur. Solvensurin er hækkaður 1% stig og er pr. 30. juni 2014 15,2 %, samanborið við 14,3 % pr. 30. juni 2013 – hetta er 7,2 % stig omanfyri lógarkravið á 8 %.

Suðuroyar Sparikassi væntar eitt ársúrslit fyri 2014 uppá 2,5 mió. kr. samanborið við eitt yvirskot uppá 1,6 mió. kr. i 2013.