Laksateljarin hjá Føroya Sílaveiðufelag, sum Tekniski Skúlin í Havn hevur ment, hevur rigga stak væl, og hevur í skrivandi stund talt 555 laksar, ið eru farnir niðan í Leynarvatn.
Laksateljarin hjá Føroya Sílaveiðufelag, sum Tekniski Skúlin í Havn hevur ment, hevur rigga stak væl, og hevur í skrivandi stund talt 555 laksar, ið eru farnir niðan í Leynarvatn.
Tú kanst síggja beinleiðis inn í teljaran ”On Line” her á síðuni ovast til vinstru. Um tú hyggur væl eftir, so sæst hvat er laksur og hvat er sjósíl.
Sjósílini hava í fyrsta lagið nógv tjúkkari sporl beint frammanfyri stertin. Eisini hava sílini prikkar á skræðuni allan vegin niður á búkin. Laksurin hinvegin hevur ikki nógvar prikkar á búkinum.
Á bakvegginum á Laksateljaranum, liggur ein lineal. Hetta er en vanlig skúlalineal, har 10 sentimetrar eru ímillu tølini. Um vektina á laksinum kann metast um tá ein veit hvussu langur hann er. Laksur sum er 6-70 centimetrar, vigar helst um 5 til 7 pund, ímeðan ein laksur , ið er 1 metur langur vigar um 18-20 pund.
Petur A. E. Djúrhuus á tekniska skúla í Havn sigur, at fyri at laksateljarin bert skal telja laks, so er neyðugt at solda sílini frá. Tað gr Petur hvønn morgun áðrenn hann fer í skúla.
Tá ein laksur ella síl koma inn um sensorin, sum sæst blinka grønt við innkomingina, verður eisini ein mynd tikin av laksinum. Tí kann Petur Djurhuus hvønn morgun spola ígjøgnum myndirnar og trekkja sílini frá. Skuldi eitt síl ella ein laksur farið úr teljaranum og oman aftur í ánna, so trekkjur teljarin sjálvur frá talinum av niðanfarnum laksum.
Annars kann nevnast, at í rútinum ”Last image” stendur tíðin nær mynd seinast varð tikin av einum laksi og talið sum rennur í rútinum ”Frame Rate” sigur nakað um hvussu stór nøgd av vatni rennur ígjøngum teljaran.
Fara at eyðmerkja
Peter A. E. Djurhuus sigur, at enn eru teir ikki liðnir við at menna teljaran. Vit eru í samband við fólk, ið vit ætla skulu menna laksateljarin soleiðis, at teljarin kennir laksar aftur, sum hava verið ígjøgnum skipanina fyrr. Tað er nevniliga so, at ryggfinnan og skræðan beint undir er ein unik mynd sum ikki er eins á nøkrum laksi. Tí er ætlanin at brúka hetta sum fingramerki, ið teldan kann brúka til at kenna einstøku laksarnar, tá teir koma aftur í teljaran ár seinni.




