Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Chelsea flopp til Milan

Jákup Ósá

Eitt tað støsta floppið í enskum fótbólti nakrantíð skiftir nú frá Chelsea til Milan.

Sambært Sky Sports Italia, so fer Fernando Torres at skriva undir við AC Milan ein av komandi døgunum. 
Fernando Torres fekk sítt gjøgnumbrot í Atletico Madrid og hevði sína bestu tíð í Liverpool, har hann skoraði 81 mál í 142 dystum. Chelsea keypti hann fyri 50 milliónir pund, sum var met í Onglandi. Men Torres hevur ongantíð sligið til í Chelsea og seinastu árini hevur hann sitið nógv á bonkinum. Bara 20 mál skoraði hann í 110 dystum í Premier League fyri Chelsea. Samanlagt skoraði hann 45 mál í 172 dystum fyri Chelsea.
Prísurin er ikki upplýstur, sum Milan skal gjalda Chelsea fyri Torres.