Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Daniel Agger á veg til Brøndby

Jákup Ósá

Liverpool verjuleikarin er sambært mest álítandi miðlunum á veg til Brøndby.

Í longri tíð hevur Agger verið settur í samband við onnur felag. Barcelona, Napoli og Arsenal eru nevnd, men eisini Brøndby hevur spøkt allatíðina. 
Nú skriva álítandi miðlar sum Liverpool Echo, at Agger væntandi skiftir til sítt fyrrverandi felag Brøndby. Prísurin sigst liggja um 3 milliónir pund, sum er væl minni enn tað sum Brøndby á sinni seldi hann fyri og eisini væl minni enn tað, sum onnur felag hava verið sinnað at goldið.
Agger er 29 ára gamal og hevur spælt 232 dystir og skorað 14 mál fyri Liverpool.