Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manchester City tapti

Danial Viðoy

Premier League: Manchester City hevur eftir øllum at døma staðið fyri størsta yvirraskilsinum hetta umfarið. City hevur nevniliga júst tapt 1-0 á heimavølli fyri Stoke.

Premier League: Manchester City hevur eftir øllum at døma staðið fyri størsta yvirraskilsinum hetta umfarið. City hevur nevniliga júst tapt 1-0 á heimavølli fyri Stoke.

Stoke spældi ein góðan dyst í dag. Teir hildu Manchester City frá teimum heilt stóru kjansunum og kempaðu óført allan dystin.

Einsamalla málið skoraði Mama Biram Diouf, sum harvið skoraði sítt fyrsta mál fyri Stoke. Málið skoraði hann í 58’ minutti.

Eftir hetta royndi City at trýsta og komu nær málinum, men málmøguleikararnir vóru fáir.

Premier League er heimsins tættasta og harðasta kapping, har øll lið hava møguleikan at taka stig frá hvørjum øðrum. Tað er hetta úrslitið, ið hvussu er prógv fyri.

Onnur úrslit í dag:

Burnley – Manchester United 0-0

Manchester City – Stoke 0-1

Newcastle – Crystal Palace 3-3

Queen Park Rangers – Sunderland 1-0

Swansea – West Bromwich 3-0

West Ham – Southamton 1-3