Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Líðhamar kom aftur undan íslandi við 66.000 pundum

Oliver Joensen

 Tað hevur gingið bara væl hjá Líðhamri undir Íslandi í summar, hóast fiskiskapurin ikki hevur verið so góður har sum onkuntíð. 

Líðhamar hevur gjørt tríggjar túrar, ein á 94.000 pund, ein á 74.000 pund og so hesin seinasti, ið vardi 10 dagar og komu teir sum sagt aftur í gjár sunnudagin um fýratíðina við 66.000 pundum av upsa í lastini.

Veiðan bleiv løgd upp  á Kósini.