Tað eru liðini sum skorað flest mál, sum eisini eru natúrliga best umboðað millum ovastu plássini á upplegg listanum fyri Effodeildina fyrstu 21 umførini.
21 umfør eru leikt og nú byrjar sjálvur endaspurturin. Norðlýsið hevur gjøgnum kappingina fylgt við, hvørjir leikarar leggja upp til flestu málini. Tann listin er nú dagførdur og B36 álopsleikarin Lukasz Cielsewicz liggur á odda, sum hann hevur gjørt í eina tíð. 11 ferðir hevur hann verið næst seinast á bóltinum. Síðani kemur álopsmakkarin Adeshina Lawal, NSÍ vongurin Árni Frederksberg og HB bakkurin/vongurin Pál M. Joensen, sum 9 ferðir hava lagt upp til mál.
Listin sær soleiðis út:
11
Lukasz Cieslewicz (B36)
9
Pál M. Joensen (HB)
Adeshina Lawal (B36)
Árni Frederiksberg (NSÍ)
8
Finnur Justinussen (Víkingur)
Andy Olsen (NSÍ)
7
Jann Martin Mortensen (NSÍ)
Hjalgrím Elttør (KÍ)
Hans Pauli Samuelsen (EB/Streymur)
Alex Mellemgaard (B36)
6
Hallur Hansson (Víkingur)
Ari Ellingsgaard (ÍF)
5
Andrew av Fløtum (HB)
Fróði Benjaminsen (HB)
Kristin Mouritsen (HB)
Niels Pauli Danielsen (EB/Streymur)
Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Jógvan Andrias Nolsøe (AB)
Klæmint A. Olsen (NSÍ)
Toppskjúttaralistin
Hyggja við eftir toppskjúttaralistanum, so sær hann soleiðis út:
Klæmint A. Olsen 16 mál
Finnur Justinussen 13 mál
Adeshina Lawal 10 mál
Fróði Benjaminsen 10 mál
Hans Pauli Samuelsen 10 mál.
Samanlagt
Hyggja vit so, hvussu samlaða støðan er, um vit telja saman bæði mál og upplegg, so sær listin soleiðis út:
Klæmint A. Olsen 21 mál/upplegg
Finnur Justinussen 21 mál/upplegg
Adeshina Lawal 19 mál/upplegg
Árni Frederiksberg 18 mál/upplegg
Hans Pauli Samuelsen 17 mál/upplegg
Lukasz Cieslewicz 17 mál/upplegg
Froði Benjaminsen 15 mál/upplegg




