Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Transfer deadline day: Welbeck nærkast Arsenal

Jákup Ósá

Falcao, Carvalho, Borini og Welbeck eru millum mest umtalaðu leikararnir.

Vit fylgja við ”transfer deadline day” í m.a. Onglandi. Flytingarvindeygað letur aftur kl. 23.00 í kvøld.

Radamel Falcao er kanska størsta stjørnan sum hevur skift felag í dag. Talan er um leigu avtalu, sum fer at kost Manchester United eini 200 milliónir hetta árið. Somuleiðis væntast, at felagið keypir verjukenda miðvallaleikaran Daley Blind frá Ajax. Felagið missir møguliga bæði Javier Hernandez, sum er farin til Real Madrid somuleiðis á leigu avtalu. Og so er Danny Welbeck settur í samband við Tottenham.
Í Liverpool væntast fleiri leikarar at blíva seldir ella útleigaðir í dag. Sebastian Coates er leigaður út til Sunderland og Oussama Assaidi verður væntandi leigaður til Stoke. Liverpool hevur sagt ja til eitt boð uppá 10-13 milliónir pund uppá Fabio Borini frá QPR.
Í Arsenal hevur lagið verið ringt seinastu dagarnar, tí Arsene Wenger framvegis er trekur at keypa inn. men nú í kvøld ljóðar, at William Carvalho er á veg til Arsenal fyri 30 milliónir pund. 22 ára gamli leikarin spælir á verjukenda miðvøllinum hjá Sportin Lissabon. Tað seinasta er eisini, at Manchester United álopsleikarin er sæddur í Arsenal til læknakanning, og at hann heldur vil til Arsenal enn til Tottenham.
Hjá QPR ljóðar, at Sandro er um at koma uppá pláss. Hann kemur sostatt at spæla undir sínum fyrrverandi venjara Harry Redknapp.
19.40: Sky Sport sigur nú, at Welbeck ikki endar í Arsenal.
20.33: Samráðingarnar millum QPR og Fabio Borini eru slitnaðar. Og tað ljóðar, at tað sama er hent millum Arsenal og Sporting Lissabon um William Carvalho. 
Hull er í samráðingum um at keypa Ben Arfa frá Newcastle. Everton og Man Utd tosa saman um Tom Cleverley. Talan er helst um ein leigu sáttmála. 
21.21: Danny Welbeck spøkir framvegis í Arsenal. Nú skriva onkrir smærri miðlar, at liðini nrækast einari avtalu, har Arsenal keypir – og ikki leigar – leikaran. Prísur: 16 milliónir pund.
21.52: Sky Sports skrivar nú, at Manchester United og Arsenal eru nærum samd um eina avtalu fyri Danny Welbeck. Enn manglar tó nøkur viðurskiftir at koma uppá pláss, men alt bendur á í løtuni, at Arsenal fær Welbeck í sín hóp. Í London vísa myndir, at Arsenal viðhaldsfólkini eru alt annað enn nøgd við tað keypið.
22.17: Tom Cleverley skiftir ikki til Everton. Everton og Man Utd kundu ikki semjast um eina avtalu, sigur Sky Sports.
23.22: Valencia váttar nú, at Manchester City álopsleikarin Alvaro Negredo hevur gjørt leigu sáttmála við felagið.
Tað er enn ikki váttað, men alt bendur á, at Radamel Falcao verður  Manchester United leikari og Danny Welbeck Arsemal leikari. Ben Arfa sigst eisini fara at gera avtalu við Hull.
Keldur: Ymiskir enskir miðlar