Í dag var avhendingarfundur í Badmintonhøllini har, Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Rógvi Josephsen vegna NH Beton skrivaðu undir hvør sítt skjal, um liðugt arbeiði.
Í dag var avhendingarfundur í Badmintonhøllini har, Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Rógvi Josephsen vegna NH Beton skrivaðu undir hvør sítt skjal, um liðugt arbeiði.
Umvælingararbeiðið, sum NH Beton hevur staðið fyri, hevur gingið væl, tá ið hugsað verður um vavið. Allar innvendigar plátur hava verið undan, bjálving og dampsperra løgd upp. Eisini er bjálvað niður á takið, tróður og vindpapp lagt, umframt nýtt tak lagt omaná.
Húsavørðurin sigur, at longu nú merkist ein ávís hitasparing og herfyri regnaði rættiliga illa, so mett verður at takið er “avprøvað”.
Borgarstjórin fegnast um góða og skjóta arbeiðið, sum er framt fyri 2,5 mill – og serliga fegnast borgarstjórin um, at nú kann vetrarítróttin aftur hýsast í høllini undir tøttum, góðum og tryggum kørmum.




