Almenn handan av tilmæli um skipan av einari góðari tilgongd hjá familjum við barni við autismu.
Í sambandi við handanina av tilmæli um skipan av einari góðari tilgongd hjá familjum við barni við autismu, skipa Autismufelag Føroya, Mentamálaráðið, Heilsumálaráðið, Almannamálaráðið og Kommunufelag Føroya fyri tíðindafundi í Almannamálaráðnum týsdagin 9.september kl.10.
Skráin.
· Aðalstjórin í Almannamálaráðnum Eyðun Mohr Hansen bjóðar vælkomin
· Formaðurin í Autismufelag Føroya Jørmund Foldbo greiður frá tilgongdini hjá familjum við autismu
· Arbeiðsbólkurin leggur fram tilmæli um skipan av einari góðari tilgongd hjá familjum við barni við autismu
· Landsstýrisfólkini Annika Olsen, Bjørn Kalsø og Karsten Hansen og formaðurin í Kommunufelag Føroya Heðin Mortensen skrivað undir yvirlýsing, sum verður handa formanninum í Autismufelag Føroya.
Høvi verður at seta spurningar.




