Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingar uppi á Tindhólmi

Jákup Ósá

Um vikuskiftið vóru tveir klaksvíkingar uppi á øllum 5 tindunum á Tindhólmi. John Petersen og Bergur Mikladal hava nú verið á øllum 5 tindunum á Tindhólmi. Tað tók teimum 2 dagar. Fyrsta dagin klintraðu teir niðan á Ytsta, Lítla og Bogda. Næsta dagin klintraðu teir niðan á Arna og Breiða. 

Teir eru sostatt teir fyrstu, ið hava verið á øllum tindunum á Tindhólmi og allarhelst teir fyrstu nakrantíð á onkrum ávísum tindi á Tindhólmi.