Í dag var nógv umrøddi Tony Marano, eisini kendur sum The PropagandaBuster, á vitjan hjá borgarstjóranum í Klaksvík. Hann viðgongur at hann er komin til Føroya á krossferð móti skaðiligari amerikanskari mentanarimperialismu, sum Sea Shepherd við lygnum og fjølmiðlaspinnið í ólukkumát stendur á odda fyri
Í dag var nógv umrøddi Tony Marano , eisini kendur sum The PropagandaBuster, á vitjan hjá borgarstjóranum í Klaksvík. Hann viðgongur at hann er komin til Føroya á krossferð móti skaðiligari amerikanskari mentanarimperialismu, sum Sea Shepherd við lygnum og fjølmiðlaspinnið í ólukkumát stendur á odda fyri
Hesin sermerkti amerikumaðurin hevur skapt sær eitt navn, sum ein hin argasti andstøðingurin til Paul Watson, Sea Shepherd og teirra herferðir. Við javnan at leggja filmbrot á internetið, har gjøldur verður gjørdur burtur úr Watson og Sea Shepherd og har hann vísir á spinn og lygnirnar hjá Paul Watson, hevur hann fingið nógva vinir kring um í heiminum og m.a. hevur hann givið eina bók út í Japan.
– Tað byrjaði fyri nøkrum árum síðan tá eg í fjølmiðlunum læs um at amerikanskir ungdómar frá Sea Shepherd og Paul Watson, sum vóru send heilt yvir til eitt lítið bygdarsamfelag í Japan at steðga veiðumonnum at drepa delfinir. Hesin felagsskapur hevur tað sannføring at tað ikki er rætt at veiða hval, tí hetta eru djór sum kunnu samanberast við menniskju.
– Meira eg læs um hendan felagskap tess meira skelkaður gjørdist eg um hvussu vandamikil slík fávitska er. Eg havi eisini grunda nógv yvir spurningin um hvat hetta er fyri eitt fyribrigdið og niðurstøðan sum eg eri komin til at hetta er bara enn ein útgáva av skaðiligari amerikanskari mentanar imperialismu.
– Eg stuðli japansku hvalaveiðini, og eisini rættin hjá føroyingum at drepa grind og tí eri nú komin til Føroya at vísa føroyingum mín stuðul. Og vónandi síggja føroyingar eisini at allir amerikanarar eru ikki sum Sea Shepherd.
Propagandabuster hevur lagt hesa viðmerkingina um dómin í Føroyarætti:
$ea $hepherd was in court today concerning their illegal activities in the Faroe Islands. The six accused were assessed a fine of around $200.00 each. Their team leader who was not charged refused to pay “blood money.” Mean those charged will be deported while she who refused to pay remains in the Faroe Islands free. See the leaders of Sea Shepherd send their minions out to do the dirty work, and then they let the minions suffer the consequences. Incidentally, we offered to pay their fines, but $ea $hepherd team leader ignored us.




