Mikukvøldið 10. september kl. 19.00 verður Mentanarhúsið karmur eitt sera serstakt tiltak. Fyri einans 150,- kanst tú uppliva stand-up við vælkendu donsku komikarunum, Brian Mørk & Lasse Rimmer, hoyra føroyskan tónleik við Niels Midjord & Ólavi Højgaard. Omaná alt hetta verður eisini borðreitt við tveimum vælsmakkandi fiskarættum frá Framherja.

Dyrnar lata upp 30 min áðrenn sýningina, og tiltakið er liðugt á leið kl. 22.00 – 22.15. Brian Mørk og Lasse Rimmer hava júst ferðast Danmark runt við sínum nýggja show’ið, Mørk & Rimmer Redder Verden, og tað er hetta teir koma at framføra mikuskvøldið. Teir framføra í alt í næstan 2 tímar.
ALT HETTA KOSTAR EINANS 150,- !!!
Atgongumerki kunnu einans keypast á leinkjuni HER, ella við at ringja á tel. 238070 og bíleggja atgongumerki. Einans 200 atgongumerki eru til sølu, so tað ræður um at gera skjótt av!
Hetta verður gjørt í samband við at tað eru Mentanardagar í Fuglafirði frá 8. – 14. september. Sí skránna fyri Mentanardagar við at trýsta HER