Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meginfelag teirra brekaðu nýggja heimasíðu

Tíðindaskriv frá MBF

Við nýggju heimasíðuni www.mbf.fo bjóða vit tykkum øllum í teksti og myndum inn at vitja MBF. Við frískum litum, ið geva eina kenslu av góða lívinum, skal heimasíðan vera ein gluggi inn í arbeiðið, sum MBF ger, har ljós eisini verður varpað á týdningin, at allir føroyingar, uttan mun til brek, fáa eitt góðskufult lív og møguleika at gerast so sjálvbjargnir sum gjørligt.

MBF er meginfelag fyri 24 limafeløg, ið tilsamans hava umleið 4000 limir. Í sjálvum sær vísir talið til stóru og fjøltáttaðu uppgávuna hjá felagnum at røkja áhugamál hjá limafeløgunum á besta hátt.

MBF arbeiðir við brekaðpolitikki, ið umfatar øll samfelagsviðurskiftir, og arbeiðir fyri, at øll skulu hava somu møguleikar í einum inkluderandi samfelag. Sum grundarlag fyri politiska arbeiðnum hjá MBF er ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Heimasíðan, sum Faroe Media hevur sniðgivið, gevur vitjandi m.a. upplýsingar og sjónarmið hjá felagnum, vísir til ymisku limafeløgini, og eisini er møguleiki í táttinum “Drunnurin” at lesa ymisk sjónarmið um brekøkið.

Á skrivstovuni hjá MBF arbeiða Ása Olsen, leiðari, og Diana Thomsen, skrivstovufólk. Meginfelagið verður stjórnað av eini starvsnevnd, ið telur 5 limir. Í starvsnevndini eru:

  • Tóra við Keldu, forkvinna
  • Anna Dahl Olsen, umboðar bólkin medisinsk brek
  • Jørmund Foldbo, umboðar bólkin sálarlig/neurologisk brek
  • Yvonna Hjaltalin, umboðar samskiftisbólkin
  • Gudny Benjaminsdóttir, umboðar bólkin fyri rørslubrek

Við hesum bjóða vit tykkum vælkomnum inn á nýggju heimasíðuna hjá MBF, sum vit fara at gera alt fyri at halda dagførda og viðkomandi.