Ert tú 7 ár ella eldri og hug at ganga til drama? Klaksvíkar sjónleikarafelag bjóðar foreldrum við børnum til kunnandi fund í hølum felagsins mikukvøldið 17.septembur kl 19. Tá ber til at melda seg til.

Í ár hava vit á fyrsta sinni dramaskeið fyri børnum úr 7-12 og ungdómum 13 ár og eldri. Undirvísarar í heyst verða Ebba Malena Debes Thomsen og Aðalbjørg J. Linklett. Ebba Malena kemur at taka sær av teimum eldru (13 ár+) og Aðalbjørg J. Linklett, teimum yngru (7ár+).
Ebba Malena hevur drúgvar royndir frá dramaskúlanum í Havn, umframt sjónleikaravirksemi annars. Aðalbjørg hevði á fyrsta sinni dramabólk í vár, men smæðist ikki burtur at taka enn eitt tørn.
Komið og verið við til eitt spennandi, stuttligt og kreativt heyst, saman við eldhugaðum fólkum, ið ynskja eitt livandi sjónleikaraumhvørvi.
Tilmelding á tel. 261296 ella 269428.