Tjóðveldi skrivar soleiðis í stevnumiðnum sum varð kunngjørt í morgun: Útlendskur ognarskapur eigur ongan rætt í føroyska veiðiliðnum. Bert fyritøkur og einstaklingar, ið hava heimsstað í Føroyum og eru fult skattskyldug í Føroyum, kunnu taka lut og bjóða seg fram at gaggnýta føroysk fiskirættindi…

Í dag kunnu útlendingar eiga 30% í feløgum sum eiga fiskiloyvi, men tað eru fleiri dømi har hildið verður at útlendingar hava allan avgerðarrættin. Tjóðveldi ger greitt at útlendingar skullu úr føroysku fiskivinnuni, men hetta ávirkar eisini eitt annað mál sum flokkurin sambært stevnumiðunum brennur fyri.
At útlendingar ikki sleppa at bjóða uppá føroysk brúkslovi hevur tað avleiðing at tað verður minni kapping um at keypa brúksloyvi á uppboðssølu sumflokkurin annars mælir til.
…..Farið verður frá politiskari útluting av fiskirættindum, ið síðan verða keypt
og seld á privata marknaðinum, til eina almenna marknaðarskipan, har veiðirættindi, tvs. fiskidagar og kvotur, verða alment boðin út sum brúksloyvi
í ávísa tíð á einum gjøgnumskygdum marknaði.….