Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sofus hjá Dagmar og SMJ

John William Joensen

Tá ið SMJ í dýrdarveðrinum mikudagin í síðstu viku hevði móttøku úti í Klaksvík, var tað á grøna blettinum við stóru trækrúnunum oman fyri húsini, at heilsur vórðu bornar fram. Eftir áhetan frá stjóranum, Árna Jakobsen, bar Jóannes Hansen fram hugleiðingar um stovnaran av virkinum Sofus M. Jakobsen, sála

Tá ið SMJ í dýrdarveðrinum mikudagin í síðstu viku hevði móttøku úti í Klaksvík, var tað á grøna blettinum við stóru trækrúnunum oman fyri húsini, at heilsur vórðu bornar fram. Eftir áhetan frá stjóranum, Árna Jakobsen, bar Jóannes Hansen fram hugleiðingar um stovnaran av virkinum Sofus M. Jakobsen, sála

Nú tá ið eg standi her, so kann eg ikki lata vera við at knýta nakrar tankar at húsunum, sum fimm verkfrøðingar hjá SMJ nú fara at húsast í. Hesi húsini átti upprunaliga Alex Petersen. Tíverri doyði hann rættiliga ungur, so tað eru nógv, ið ikki komast við hann. Alex var beiggi Sámal Petersen, sum var lærari her í Klaksvík, tónaskald, náttúrukønur og politikari. Sámal var sóknarstýrisformaður í mong ár, so var hann løgtingsmaður og eisini landsstýrismaður fyri sjálvstýrisflokkin. Óli í skúla var mammubeiggi teirra – Alex og Sámal. Hann búði stutt heimanfyri her og var tingmaður fyri sambandsflokkin.

Og um vit halda fram við politikkinum eitt sindur aftrat: Kona hansara var dóttir sýslumannin Tummas Juul Petersen, sum var ættaður úr Streymnesi, og kom higar úr Eysturoy. Hon var systir Aksel á posthúsinum og Thorstein Petersen, sum jú var formaður í fólkaflokkinum í fleiri ár.

Karmur um so nógv

Í hesum húsunum hevur verið so nógv og mangt virksemi. Eitt nú búði skaldið Janus Djurhuus her undir krígnum. Ein sovornan góðveðursdag sum í dag er tað kanska hóskandi at minna á, at tað mundi vera, meðan hann búði her, og tá ið veðrið var, sum tað hevur verið nógvu teir seinastu dagarnar, at hann var inspireraður at seta hesa perluna saman:

Oyrarfjallið í koparloga,

Háfjall litað sum stálið,

Halgafelli í smædnum roða –

Klakkur av síðstu strálu

heilsast frá sólseturs dráli –

Borðoyafjall, Borðoyafjall fargað sum blóð

rust ella glóð.

Her búði Martin Heinesen, Martin hjá Korneliusi, skipari á Ester og seinni á Pison, sum var ein teirra, ið mundi vera flestar túrar á Flemish Cap. Hann var annars síðsti maður, sum var føddur á Skarði.

Her hevði Páll Róland Poulsen Corona Radio. Hann samskifti nógv við skip og veitti teimum tænastur – bæði føroyskum og útlendskum, eitt nú norskum og bretskum.

Her hevði Norðoya Sparikassi deild í eitt tíðarskeið, og her búði Olaf Johannesen av Tvøroyri saman við familju, tá ið tunlarnir norður um fjall vóru gjørdir. Hann mundi hava serfrøði frá tí, at tunnilin millum Trongisvág og Hvalba var gjørdur. Ein sonur teirra, Trygvi, arbeiddi hjá Markus í Kunoy og var annars eitt slag av Elvis Presley í popplívinum í bygdini, og dóttir teirra, fagra Finnbjørg, gekk í okkara flokki tey árini, sum tey vóru her.

Hesa síðstu tíðina hevur grannskoðaravirkið Numero hildið til her. Teir eru nú fluttir heim í Vág.

Sofus

Hvs og ikki vhs – bæði orðini eru lutfalsliga nýggj í Føroyum. Tað seinna eru videobondini, sum í nøkur ár vóru uppi í tíðini, og hitt fyrra er hiti, vatn og sanitet.

Hetta – hvs – var tað, virkið, sum í dag letur upp her, upprunaliga fekst við. Frá tí fyrsta, tá ið Sofus M. Jakobsen, sáli, ella Sofus hjá Dagmar, sum hann var nevndur her norðuri, frá 1969 og øll árini, inntil hann gavst á sumri í 2003. Tíverri doyði hann longu 22. desember 2003. Hann var bara 68 ára gamal. Eftir hann sótu Agnas, sum hann møtti lestrarárini í Keypmannahavn, synirnir Árni, Bjarni og Finn og einkardótturin Elin.

Nú eru 45 ár síðani, at Sofus fór undir virkið, sum í dag eitur SMJ, og nú eru næstan tólv ár síðani, at Sofus flutti foldum frá og heim til frelsaran, sum hann á ungum árum setti sítt álit á. Hann elskaði Harran, og hann elskaði at savnast um hann. Tað var í samkomuhøpi í Ebenezer í Havn og sum klaksvíking, at eg hitti og kendi hann.

Honum dámdi so sera væl at tosa um Klaksvík og klaksvíkingar og um lívið, hvussu tað var, tá ið hann var føddur á Oyri og vaks upp á Heygum, og tá ið hann gekk í skúla og lærdi í Klaksvík, har hann sum teir flestu spældi við dreingjaliðnum hjá KÍ.

Tað er merkisvert at virkið, sum Sofus M. Jakobsen fór undir fyri 45 árum síðani, nú hevur deild í Klaksvík. Harvið er ringurin sluttaður. Nú Sofus er komin aftur til heimstaðin, har vøggan stóð, og har hann vaks upp, og fyri heimstaðin hevur tað alstóran týdning, at tit nú vera sjónligir í býarmyndini her, og at tað harvið vera fimm størv til verkfrøðingar.

Smiðjan

Klaksvík er blaðung. Tað var í grannalagnum her úti í Klaksvík og í Klaksvíksgarðinum, at grundin varð løgd undir tað, sum fyrst í hinu øldini bar so nógvan framburð við sær. Framburðurin setti stór krøv, og heldur enn at grenja um, at einki kom frá myndugleikunum í Havn, so løgdu klaksvíkingar hendurnar á knæið og stríddust fyri tí, sum var neyðugt.

Longu í 1926 fór Jóhan í Grótinum undir motorlæru við 20 næmingum. Fyrstu prógvini vórðu útskrivað í 1930. Tekniski skúli varð stovnaður í 1935, og tá varð motorskúlin deild av honum. At Elverkið kom á Strond 1931 hevði alstóran týdning.

Tað var í hesum meldrinum av lívi, vilja, hugflogi, innovatión og virksemi, at Sofus vaks upp og fór at útbúgva seg. Hann stóð í læru hjá Hálvdan, sum átti smiðjuna norðanfyri timburhandilin hjá Kjølbro og heimanfyri hjá Olaf á Stongum.

Smiðjan var bygt út í sjógvin, og har var grøv, so tað eisini bar til at arbeiða upp á bilar.

Í Rukkulakkanum lósu vit:

Smiðjan á Stongum

ger nógv burturúr ongum

Har vóru brøðurnir Háldan og Petur Olsen, og Erik systkinabarn teirra var eisini har viðhvørt, hóast hann var útbúgvin kokkur. Og eitt skifti var ein leirvíkingur, beiggi Jóan Magnus Høgnesen – pápa Hjørleif, Símun, Róland og Hjalmar – meistari. Eisini hann var tiltikin góður handverkari, og Sofus fekk nógv burturúr. Eisini tí hann ikki var bangin fyri uppgávunum, men heldur dyrgdi eftir at fáa tær.

Í dag er Klaksvík tiltikin fyri at hava nógvar og góðar smiðjur, og soleiðis var tað eisini tá: Kjølbro hevði smiðju á bedingini, teir hjá Samson høvdu smiðju á Stongunum, so var tað smiðjan hjá Háldan, og hinumegin var Ídni.

Sum eg segði, so hevði Hálvdan riggað seg til, so tað eisini bar til at arbeiða upp á bilar. Kanska var hetta fyrsta bilsmiðja í býnum. Men tað var bara, um tað viðraði, at tað bar til at umvæla bilar. Tá ið tað var høg flóð, so stóð grøvin full av sjógvi!

Pappírini

Lærubrævið hjá Sofusi var undirskrivað á ólavsøku 1954 av Erik Olsen, sum ivaleyst hevur verið stjóri tá. Richard Long skrivaði undir sveinabrævið sum maskinarbeiðari 18. november 1957. Sveinaroyndin var kølivantspumpustempul og úrslitið var rós

Merkisvert er tað, at lærubræv og sveinabræv vóru ikki tað sama: Tað var ikki fyrrenn í 1954, at tað varð krav, at tað var neyðugt við sveinastykki og skoðan. Hetta árið vóru tað heilt nógvir handverkarar, sum høvdu arbeitt sum sveinar í nógv ár, og sum nú stóðu sveinaroyndina.

Sofus gjørdi sveinastykkið trý ár eftir, at hann var útlærdur. Longu frammanundan – 3. mars 1953, tá ið hann var 17 ára gamal – stóð Sofus motorpassararoyndina. Tað var honum hentur lærdómur, tí teir á Stongunum høvdu postbátin Immanuel, sum sigldi úr Klaksvík, norður í Haraldsund og til Múla, Viðareiðis, Norðdepli, Hvannasund og Svínoyar og Fugloyar og eisini til Árnafirðar. Sofus plagdi onkra ferðina at loysa av har umborð, og so var hann onkran túrin við trolaranum Dragabergi. Áðrenn hann fór undir víðari útbúgving, var hann hálvt annað ár hjá Lauritsen reiðarínum.

28. mars 1961 stóð hann í Keypmannahavn royndina sum teknikum verkfrøðingur. Frá 1963 og fram til 1969, tá ið hann flutti heim aftur, arbeiddi Sofus hjá rådgivende ingeniørfirma Johs. Jørgensen as í Valby. Tá ið hann bað farvæl, sæst í pappírunum, at stjórin gav honum skoðsmálið, at hann var røkin, álitisfullur, skjótur og nágreiniligur, og at tað var serliga innan ventilatión, at hann hevði arbeitt.

Vatnið

Tá ið Sofus kom til Føroya snúði tað seg millum annað um vatnútbyggingar. Hetta gekk fyri seg í tveimum.

Í fyrra lagi var setningurin at tryggja øllum vatn. Eitt tað fyrsta, sum Sofus eftir heimkomuna var uppií, var kommunala vatnveitingin her í Klaksvík. Hon hevði verið ornað í býlingum – eitt nú á Heygum, Vágsheygnum, Uppsølum, Selheyg, Víkunum, Bumshamri og Kósini.

Økta húsabyggingin og byggingin av virkjum, sum høvdu tørv á trygd fyri at fáa vatn, bar við sær, at sóknarstýrið samtykti at fara undir kommunala vatnveiting. Vit síggja brunnarnar omanfyri Uppsalar. Summarið 1968 var tiltikið gott. Tá varð arbeitt við at stoypa vatninntøk úti í Neytadali og heimeftir. Oknin hjá Sofus og Nødda sigldi við sandi og sementi av Hellisenda og út á vestara arm á víkini. Menn bóru sandin og sementið úr fjøruni og niðan. Hetta var akkord arbeiði. Tá ið brunnarnir vóru gjørdir lidnir og og vatnveitingin sett til, var Sofus uppií, og hann var eisini ráðgevi, tá ið vatnveitingin í Svartadali var gjørd. Nú vóru tvey tumma rørini ikki nýtt, men heldur plastikkrørini, sum jú innan alt hvs økið vóru so at siga revolutión.

Og tá var tilvitanin um og krøvini til seinna partin av vatnveitingini vorðin veruleiki. Tað var, at góðskan í vatninum skuldi vera í lagi. HVS fyritøkan, sum í dag letur upp her í Klaksvík, var tann fyrsta her í landinum, sum lagaði seg til ráðgeving viðvíkjandi nýggju krøvunum.

Stóra menningin

Síðani vaks og mentist virkið. Allir synirnir gingu í læru og útbúgving í fótasporunum á pápanum, og virkið hevur verið í rúkandi menning. Árni er eigari og stjóri, og nú bjóða teir seg fram á ymsum pallum. Tað er ein veldig styrki at vera serkønur á nógvum økjum.

Tá ið Sofus legði frá sær sum stjóri fyri tíggju árum síðani varð sagt, at virkið hevði verið við í umleið 500 verkætlanum. Nú man talið vera fleirfaldað, ætlanirnar eru vornar størri, virkisøkið er víðari, og tað verður arbeitt bæði innanlands og uttanlands.

Hetta virkið er við at lyfta Føroyar og føroyskt vinnulív upp á hæddir, har vit ikki hava verið áður. Tað er framúr fyri Føroyar.

Eg hugsi her um, at eisini fyrr var tað soleiðis, at føroyingar vóru at finna alla staðni kring heimin. Men tað var altíð í arbeiði hjá útlendskum feløgum, um tað so var á sjógvi ella landi. Nú er tað í heilum, at tað hoyrist um føroyskar fyritøkur, sum bjóða seg fram á globala marknaðinum.

Karl Brigir manøvrerar í Brasil, í Miðeystri og í Fjareystri, Beinir Poulsen og Ivan Eysturland selja og keypa skip kring allan heimin – við bústaði í Klaksvík, Føroya Tele bjóðar seg fram at veita kaðalar og aðrar veitingar aðra staðni, og ikki at gloyma hava vit Skansan og Thor, sum syrgja fyri, at føroyskar manningar sigla á føroyskum kjøli, har tað verður tosað føroyskt, har seyðarhøvd og grind og spik eru til døgurða, og har allir seinnapart sunnudag fylgja við fótbóltinum heima á landi.

Hetta eru føroyskar fyritøkur í altjóða avbjóðingum. Vitanin og know howið verður varðveitt og ment í Føroyum.

Síðstu árini eru nógvir handverkarar farnir av landinum at arbeiða hjá útlendskum virkjum, eitt nú í Noregi. Hetta er hent og kærkomið. Uppaftur betri verður tað, um tað eydnast føroyingum at draga sovornar verkætlanir til Føroya.

Úr stovuvindeyganum síggi eg í góða veðrinum inn á boripallin á Skálafjørðinum, har serfrøðingar á ymsum økjum og úr ymsum londum eru sum meyrir. Hetta er rætta leiðin. Hetta gevur nógvum føroyingum arbeiði, og hetta gevur einari rúgvu av føroyskum fyritøkum avbjóðingar. Um tær ikki standa seg, so verða tær skiftar út við aðrar, sum liggja framvið. Tað skerpar tilvitanina um kappingarførið hjá tryggingum og bankum, matvøruveitarum, handverkarafyritøkum, juristum, heilsuverki og eisini verkfrøðingum.

Har vøggan stóð

Og so eru vit aftur við útgangspunktið her í Klaksvík. Heima hjá Dagmar ommu og Hans Jacob undir Heygnum. Við síðuna av Elduvíks Jógvan ella Heinesen, sum Sofus segði, at tey kallaðu merkismannin, sum longu undan næstseinasta aldarskifti royndi seg í vinnu í Bretlandi. Tað var stórhending, ið vakti ans, tá ið hann kom á vánna her við motorbátinum Vigelandt.

Dagmar gekk í fiski hjá Kjølbro, og hóast lonin ikki var stór, so var tað hjartarúm inni hjá Dagmar. Børn nógva staðni frá spældu á gólvinum, og Hans Jacob dugdi væl til hendurnar. Onkuntíð klipti hann børnum – sínum egnu og øðrum. Tað kom fyri, at Dagmar bað hann klippa onkrum, sum var inni og spældi, men sum annars ikki var komin inn í frisørørindum!

Míni barnaár sigldi Hans Jacob við norðmonnum. Frammanundan var hann við føroyskum trolarum, og hann var eisini motorpassari. Í 1953 keypti Kjølbro tríggjar motorbátar – Grunning, Nevið Reyða og Torry. Hans Jacob var motorpassari á Torry í nøkur ár. Hann legði seg væl eftir at røkja motorin, og í felagnum hildu teir nógv av honum. Kristian hjá Mikkjal hjá Linu driftaði tá Torry. Tí varð hann nevndur Torra Kristian. Pápi hansara Mikkjal hjá Linu var jú ein tann kendasti driftarin. Hann førdi millum annað Gardar, tá ið hann varð álopin undir krígnum og Jóannes heimi í Vági varð raktur og doyði.

Slóðin og sjálvsálitið

Tá ið eg var stórur smádrongur, minnist eg, at Sofus og Agnas plagdu at ferðast her um sumrarnar. Tað var skundur á honum, tá ið hann við trimum smádreingjum var í Borðoyavík, úti í Grøv og á Oyri og á plenuni og so manga aðra staðni. Hann vildi so fegin vísa yngra ættarliðnum, har hann vaks upp og fekk so gott í beinini – bæði so og so.

Nú er fyritøkan hjá honum komin aftur henda vegin. Eg haldi, at bæði tykkara fyritøka og allar hinar, sum í hesum døgum víðka um virksemið bæði innanlands og kring heimin, eru merktar av, at nýggja ættarliðið ynskir at byggja land. Tey finna upp á og skapa arbeiðspláss. At vit nú bjóða okkum til ber boð um, at vit eiga serfrøðina, og at vit eiga fólk við hollum málsligum og mentanarligum førleikum, og at vit eiga fólk, sum er fleksibult. Hetta er alt samalt góðar dygdir. Føroyingar hava altíð verið óførir innan handverk og annan fakligan førleika, men tað hevur knípt at røkka so langt út í egnum fyritøkum. Nú verður tað gjørt við stórum sjálvsáliti, og tað boðar frá góðum fyri okkum øll.

Eg ynski tykkum blíðan byr – tær Árni hjá Sofus hjá Dagmar og øllum teimum, sum fara at starvast her, í Havnini og kring allan heimin!