Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til Bjørn Kalsø: Skrotta fjølmiðlakærunevndina

John William Joensen

Í vikuni fingu vit innbjóðing úr Tinganesi at luttaka á fundi har skipanin við fjølmiðlaráð skuldi ummælast og nevndarlimir veljast. Hetta leiddi tankarnar inn á skipanina við fjølmiðlakærunevnd sum hevur sína fyrimyndir í londunum kring okkum og ætlanin var at hetta skuldi verða ein effektiv skipan har fjølmiðlafólk sjálvi høvdu eftirlit við føroyskum miðlunum.

Í vikuni fingu vit innbjóðing úr Tinganesi at luttaka á fundi har skipanin við fjølmiðlaráð skuldi ummælast og nevndarlimir veljast. Hetta leiddi tankarnar inn á skipanina við fjølmiðlakærunevnd sum hevur sína fyrimyndir í londunum kring okkum og ætlanin var at hetta skuldi verða ein effektiv skipan har fjølmiðlafólk sjálvi høvdu eftirlit við føroyskum miðlunum.

Skipanin við fjølmiðlakærunevnd hevur sína fyrimyndir í londunum kring okkum og ætlanin var at hetta skuldi verða ein effektiv skipan har fjølmiðlafólk sjálvi høvdu eftirlit við føroyskum miðlunum. 

Men nú skipanin hevur virkað í nøkur ár er lítil ivi um at álvarsom brek eru við skipanini. Eitt er at Kringvarp Føroya er í eini serskipan, sum ger at kærarar skulu fyrst kæra til KVF har KVF ummælir kæruna og síðani verður kæran løgd fyri fjølmiðlakærunevndina. Hetta ger málsgongdina drúgvari enn neyðugt, tá talan eru um mál sum viðkoma KVF.

Í Føroyum er eitt sera avmarkað tal av fjølmiðlafólkum og hesi kenna sera væl hvønn annan og eru í stóran mun kappingarneytar. Miðlafyritøkurnar kunnu næstan teljast á eini hond. Dømi eru um málsviðgerðir har fyrrverandi starvsfólk, sum eru søgd úr starvið hjá einum parti hava dømt í málið har fyrrverandi arbeiðsgevari teirra var til viðgerð. Eisini hava persónar sitið í kærunevndini, sum beinleiðis eru kappingarneytar hjá hvør hjá øðrum og harafturat eru dømir um at nevndarlimir og fjølmiðil sum vóru til viðgerar høvdu felags fíggjarlig áhugamál. Tá slík viðurskifti eru má tað verða øllum greitt at tað er sera óheppið at ikki ber til at kæra úrskurðir hjá nevndini.

Tá føroyskur kanningarstjóri var settur í Skálafjarðarmálinum varð ógegnið hansara ein spurningur sum fekk sera nógva umtalu í miðlunum og hetta vísti seg at verða ein so stórur trupulleiki at boð vórðu send eftir einum útlendingi at døma í málinum.

Men tá tað kemur til føroyskar fjølmiðlar er sjón fyri søgn at spurnartekin als ikki verður sett við ógegnið. 

Hetta er sera óheppið fyri rættarkensluna umframt tað sannroynd at kæristovnurin ikki megnar at avgreiða kærurnar innan nøktandi tíðarhorizont.

Vit eiga at finna eina aðra skipan, sum ikki kann manipulerast av teimum fáu miðlum sum eru í Føroyum og har eiga vit fyrst og fremst at tryggja armslongdar-prinsippið.

Vit mæla tí landsstýrinum til at skrotta skipanina við Fjølmiðlakærunevnd og meðan arbeitt verður við at finna eina betri skipan er tað absolutt at fyritrekkja at lata Føroyarætt døma í slíkum málum.