Týsdagin var kunningarfundur í Ósáskúlanum fyri øll starvsfólk innan eldraøkið í Norðoyggjum, har tey fingu kunning um teirra rættindi og annars um tilgongdina, nú kommunurnar yvirtaka eldraøkið frá landinum.
Týsdagin var kunningarfundur í Ósáskúlanum fyri øll starvsfólk innan eldraøkið í Norðoyggjum, har tey fingu kunning um teirra rættindi og annars um tilgongdina, nú kommunurnar yvirtaka eldraøkið frá landinum.
Seinnapartin týsdagin vórðu øll starvsfólk innan eldraøkið í Norðoyggjum boðin til fundar í Skúlanum við Ósánna, har Almannaverkið og Almannamálaráðið, sum í løtuni varða av eldraøkinum, kunnaðu starvsfólkini um teirra rættindi, og hvussu víðari tilgongdin verður, nú kommunurnar yvirtaka eldraøkið frá landinum.
Umboðini fyri Almannaverkið, sum greiddu frá og svaraðu spurningum, vóru Edvard Heen, stjóri, Eva H. Bennicke, depilsstjóri fyri Veitingardepilin, Tummas Magnussen, løgfrøðingur, og Ása Davidsen, deildarleiðari fyri Eldradepilin.
Norðoya Bú- og Heimatænastayvirtekur eldraøkið eftir nýggjár
Við á fundinum var eisini Jógvan Skorheim, sum er formaður í stýrinum fyri nýggja eldrasamstarvið millum kommunurnar í Norðoyggjum.
Hetta eldrasamstarvið – sum hevur fingið navnið “Norðoya Bú- og Heimatænasta”, stytt NBH – fer pr. 1. januar 2015 at taka yvir alla ábyrgd og umsiting av eldraøkinum, tvs. at øll starvsfólk verða tá í starvið hjá NBH.
Kommunurnar í samstarvinum eru allar kommunurnar í Norðoyggjum, sum eru: Fugloyar Kommuna, Viðareiðis Kommuna, Hvannasunds Kommuna, Húsa Kommuna, Kunoyar Kommuna og Klaksvíkar Kommuna.
Leiðslan fyri NBH er eitt stýrið, sum er mannað av borgarstjórunum í luttakandi kommununum. Harumframt hevur Klaksvíkar Kommuna nøkur umboð aftrat, sum lógin ásetur skulu vera býráðslimir. Hesir eru ein fyri hvørjar 1000 íbúgvar.
Kommunustýrini hava valt hesi umboð í stýrið fyri NBH:
·Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar Kommunu
·Hans J. Kallsberg, borgarstjóri í Viðareiðis Kommunu
·Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds Kommunu
·Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsa Kommunu
·Meiken Sólheyg Michaelsen, borgarstjóri í Kunoyar Komunu
·Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu
·Óluva Klettskarð, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu (forkv. í TrN E&B)
·Eyðstein Ólason Poulsen, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu
·Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu
·Signhild V. Johannesen, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu
·Herfrí Sørensen, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu
Stýrið samtykti á fyrsta fundi at skipa seg við Jógvan Skorheim sum formanni og Hans J. Kallsberg sum næstformanni.
Nógv fólk møttu til fundin, sum endaði við, at bjóðað varð kaffi, har fólk fingu høvi at seta spurningar og práta um evnið.




