KÍ venjarin vísir á týdningin við góðum áskoðarum hesar seinastu fimm dystirnar.
Standa saman
KÍ venjarin Eyðun Klakstein heitir á øll fólk, sum hava áhuga fyri KÍ ella varða av felagnum, um at standa saman um Effoliðið komandi vikurnar.
– Vit eiga øll at gera eina avtalu um, at restina av hesum kappingarárinum royna vit øll at lyfta upp á okkara máta. Spælararnir venja harðari enn nakað annað lið í Føroyum, og teir eru sera motiveraðir til endaspurtin. Men vit vita eisini, at summar dystir og summar løtur av dystum stendur á og gongur ikki eftir vild, men tað er nevniliga tá, at liðið hevur brúk fyri góðum áskoðarastuðli.
– Lat okkum fáa treytaleysan stuðul til seinastu fimm dystirnar, tí tað fer at hjálpa okkum móti málinum, vit hava sett okkum, sigur Eyðun Klakstein.
Áskoðararnir mugu hjálpa
– Skulu vit hava úrslit á Toftum sunnudagin, mugu vit hava áskoðararnar við okkum. Vit mugu fáa stuðul, líkamikið hvussu tað gongur, og vit mugu eisini viðurkenna, at tað verður ein sera trupul dystur hjá okkum. Kanska truplari enn at fara til Gøtu ella í Gundadal at spæla. Tí mugu áskoðararnir ikki byrja at rópa negativt eftir spælarunum, tí tað ger bara ilt verri. Lat okkum heldur standa saman í viðgongd og mótgongd, tað sum eftir er av kappingini, sigur Eyðun Klakstein.
Long samrøða við KÍ venjaran er í Norðlýsinum, sum kom í sølubúðirnar í gjár.




