Premier League: Fimta umfar í PL hevur boðið upp á nøkur heldur óvæntað úrslit. Tottenham tapti ímóti West Bromwich, Liverpool ímóti West Ham og United ímóti Leicester.
Premier League: Fimta umfar í PL hevur boðið upp á nøkur heldur óvæntað úrslit. Tottenham tapti ímóti West Bromwich, Liverpool ímóti West Ham og United ímóti Leicester.
Tann mest undirhaldandi dysturin av hesum trimum mann vera tann millum Leicester og Manchester United.
United førdi í seinna hálvleiki 3-1, men síðani vundu Leicester úr Manchester United og skoraðu heili fýra mál til úrslitið 5-3. – Tað er fyrstu ferð í 24 ár, at Leicester hevur vunnið á Manchester United.
Tottenham tapti tepurt 1-0 fyri West Bromwich, og í gjár tapti Liverpool aftur. Liverpool tapti greitt 3-1 ímóti West Ham. Liverpool hevur enn ikki funnið stevið frá góða kappingarárinum frá í fjør.
Seinni í dag verður eitt brak av einum toppdysti, tá ið Manchester City og Chelsea møtast.
Úrslit og komandi dystir:
West Ham – Liverpool 1-3
Swansea – Southampton 0-1
Newcastle – Hull 2-2
Burnley – Sunderland 0-0
Aston Villa – Arsenal 0-3
QPR – Stoke 2-2
Tottenham – West Bromwich
Leicester – Manchester United 5-3
Klokkan 16.00 í dag:
Everton – Crystal Palace
Manchester City – Chelsea




