Farna hóskvøld var fulltekna til væleydnaða kvinnutiltakið ”Hvør stjelur tínar dreymar” og tí hava fyrireikarnir valt at gera eitt eyka tiltak sum verður komandi mikukvøld 24.sept kl 19.00.
Farna hóskvøld var fullteknað til væleydnaða kvinnutiltakið ”Hvør stjelur tínar dreymar” og tí hava fyrireikararnir valt at gera eitt eyka tiltak sum verður komandi mikukvøld 24. sept. kl. 19.00.
Tað er sp/f 2be v/Sigbritt við Neyst sum skipar fyri tiltakinum. Á skránni eru m.a. 3 fyrilestrar við Sigbritt, Jastrid Mc Gavin og Gudny Magnussen, tónleikur við unga spíranum Bára Silvansdóttir, hugni og drekkamuður. Vertur á kvøldinum er Ragnhild Ellingsgaard.
Á kvøldinum verður eisini ein áhugaverd heyst- og vetrarskrá hjá 2be løgd fram.
Sí lýsing av tiltakinum niðanfyri




