Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍF leikarar breiðka um hópin

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur fingið tilgongd av trimum fyrrverandi KÍF leikarum, sum áður hava verið partur av besta liðnum hjá KÍF.

Suni Johannesen, Ari Magnussen og Leivur Petersen ganga allir í kokkaskúla í Klaksvík, og tað er tí, at teir eru farnir at venja við Team Klaksvík. Teir eru nú fastur partur av besta liðnum hjá Team Klaksvík og koma sum skilst at breiðka um hópin hjá klaksvíkingum.

Felags fyri allar er, at teir áður hava spælt við KÍF, men ikki fingið nógva spælitíð á besta liðnum. Suni er bakspælari og hevur frá umleið 2007 til 2011 verið partur av besta liðnum hjá KÍF. Ari er bakspælari, meðan Leivur er strikuspælari, sum eisini verður brúktur á vonginum. Leivur var partur av besta liðnum hjá KÍF í 2010-2012.

Myndirnar eru tiknar frá venjingini hjá Team Klaksvík í gjárkvøldið.