Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvir miðal vekt í Barmi

Jákup Ósá

– Eg fletti 27 lomb í gjár og eg eri vísur í, at seyðurin í Barmi er betri í ár enn eitt miðal ár, sigur Levi Joensen, sum er bóndi í Barmi.

– Eg fletti 27 lomb í gjár og eg eri vísur í, at seyðurin í Barmi er betri í ár enn eitt miðal ár, sigur Levi Joensen, sum er bóndi í Barmi.

Leygardagin vóru teir á fjalli í Barmi. Levi Joensen er bóndi í Barmi og hann sigur, at tað gekk gott at reka leygardagin.

– Vit vóru 8 mans og 10 hundar. Alt kom í rætt, sum vit sóu. Heim við komu 59 lomb, har 10 vera slept. Brundseyðirnir vigaði millum 96 og 100 pund livandi. Eg rokni við, at tað kanska eru 2-3 lomb eftir úti, sum vit ikki hava sæð ella sum eru farin í annan haga. Tilsamans eru 65 ær í haganum, so tað er í ordan við lambatalinum í ár. Eg fletti 27 lomb í gjár og har lógu tey flestu um 30 pund. Í mun til undanfarnu ár hjá okkum, so haldi eg at vektin er betri í ár, hóast vit ikki hava kunna roknað uppá tað enn, sigur Levi Joensen úr telefonini, meðan hann var á fjalli í Villingardali, sum hoyrir til Viðareiðis bygd.

Harleyfacadeacryl