Danmark: Stóra svenska handilsfyritøkan, IKEA, er sera spent til jóla. Úti í Gentofte, á Keymannahavnarleiðini, er longu pyntað nakað til jóla. Tað eru í dag akkurát tríggir mánaðir til jólaaftan.
Danmark: Stóra svenska handilsfyritøkan, IKEA, er sera spent til jóla. Úti í Gentofte, á Keymannahavnarleiðini, er longu pyntað nakað til jóla. Tað eru í dag akkurát tríggir mánaðir til jólaaftan.
Hetta skrivar dagens.dk í morgun.
Tað broytist, og tað broytist skjótt, eisini traditiónir. Undirritaði minnist heimanífrá, at fyri heilt fáum árum síðani vórðu eyguni send eftir teimum, sum byrjaðu at pynta til jóla síðst í novembermánað.
Men hesi eyðuni gjørdust mildari eftir hondini og í dag er ikki undarligt at jólaprýða longu í november. – Men nú broytist aftur. Oktober verður lopin um og tað verður longu prýtt í septembermánað; ið hvussu er í IKEA.
IKEA úti í Gentofte hevur longu funnið jólanissurnar fram og granngreinarnar eru eisini partur av jólaprýðinum.
Í IKEA er vanligt at byrja við jólaprýði í viku 42, sum er á leið hálvan oktober. Tá verða allir IKEA handlar jólaprýddir. – IKEA úti í Gentofte er ein hin minsti handilin hjá fyritøkuni, og kanska er tað tí, at hesin hevur fingið undantaksloyvi at byrja fyrst.
Enn blæsir seinsummarluftin eitt sindur av hita, hóast teir køldu dagarnir so smátt taka yvir. Ein heitur seinsummardagur riggar kanska ikki eins væl saman við jólaprýði eins og ein kaldur myrkari dagur. Ella hvat halda lesararnir, er hetta ov tíðliga?




