Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar kvøldskúli ein livandi skúli

Tíðindaskriv

Nú heystið stundar til og kvøldini gerast myrk og long, gevur tað fólki høvi til at finna sær eitthvørt innandura tiltak at ganga til. Í so máta er Klaksvíkar kvøldskúli eitt hent stað at leita sær til, tí seinasta vetur gingu yvir 1000 næmingar til tey ymisku skeiðini á Klaksvíkar kvøldskúla og á Føroya Handarbeiðsskúla, sum er skipaður undir frítíðarundirvísingini í Klaksvíkar kommunu.

Kvøldskúlin hevur eina breiða viftu av tilboðum, og onkur nýggj vóru roynd fyri fyrstu ferð í fjør m.a. at læra at umvæla og endurbyggja ein føroyskan bát norðuri á Grótrætt. Tað er áhugavert, at Kvøldskúlin kann verða við til at halda lív í einum slíkum handverki, sum er at kalla útdoyggjandi.

Í ár hava vit eisini ymisk nýggj tilboð m.a. Innandura rógving í róðrarneystinum, har Jógvan Sofus Vilhelmsen, sum hevur luttikið í altjóða kappingum, fer at leggja lag á. Eisini fara vit í samstarvi við svimjihøllina at hava babysvimjing, sum nakrar mammur hava eftirlýst. Mikkjal Hvannastein, sum er ein av mest royndu guitarspælarum í Føroyum, fer at hava undirvísing í akkustiskari og elektriskari guitar. Bárður Lydersen fer at hava skeið í Photoshop, Lightroom og Indesign. Tvey videoskeið eru eisini á skránni – annað við klippfisk og hitt við Alvin Ellebye Andersen og Mikkjali Olsen er í millum tey nýggju tilboðini. 

Í fjør gingu met nógv fólk til dans hjá Áshild – bæði pardans og linedans. Og tað var eisini eitt av hæddarpunktunum á framsýningini, tá ið tey øll í eins klæðum dansaðu linedans í Ósáskúlanum. Tað eru eisini sera nógv børn og foreldur, sum ganga til fimleik saman. Har eru fýra fullteknaðir bólkar, sum Marian Fuglø tekur sær av. Tilboðini til teirra, sum eru yvir 60 ár hava eisini verið sera væl vitjað, og eru nú í ár útbygd nakað, tí karmarnir í Smæruni eru so góðir. Annars so kunnu fólk kunna seg um fjølbroyttu skránna í blaðnum og annars á heimasíðuni kks.fo.

Nýggj gjaldsskipan

Í mong ár hava næmingagjøldini verið avgreidd umvegis eitt skjal – flytingaráheitan, har næmingarnir hava skrivað sítt konto nr og undirskrift, sum síðani er sent til peningastovnarnar at avgreiða. Men tíðir broytast, og nú hevur Klaksvíkar kommuna avgjørt at keypa eina skipan frá Admind.fo, har næmingarnir sjálvir avgreiða sítt gjald við visa-korti umvegis heimasíðuna kks.fo. So umframt at melda til hjá lærarum sum vanligt, so er ein ikki endalia tilmeldaður, fyrr enn ein hevur skrásett seg og goldið við Visa-korti í nýggju skipanin.

Jutta Hansen undirvíst í 50 ár

Jutta Hansen fer nú undir sítt hálvtrýssinstjúgunda ár sum lærari í Kvøldskúlanum, og kunnu vit ikki annað enn fegnast um, at hava ein so dugnaligan og nærlagdan lærara í brodering, sum treystliga leggur kvinnunum lag á vetur eftir vetur. Jutta hevur vanliga tveir fullteknaðar bólkar, sum ganga til brodering. Hon dugir eisini sera væl at leggja dent á tað sosiala, tí oftast gera tær útferðir til m.a. Viðareiðis og til Gjáar, og tað eru ofta somu kvinnur, sum koma aftur, so tað sigur ikki so lítið um, at trivnaðurin er í hásæti. 

Jutta er eisini væl stuðlað av manninum, Krissmund Hansen, sum altíð er til reiðar at hjálpa henni til framsýningarnar. Alt, sum Jutta ger, er vælgjørt og tað sæst eisini aftur í framsýningunum, at næmingarnir hava fingið eina køna og vegleiðandi hond frá Juttu. Tað eru nokk fá, sum hava megnað at undirvíst so leingi og sum framhaldandi eru so hugagóð. Í fjør minkaði Jutta nakað um sítt arbeiði, sum handarbeiðslærarinna, tí hon takkaði fyri seg á Húsarhaldsskúlanum, har hon eisini hevur undirvíst í mong áratíggju, men vit vóna, at Jutta fer at halda á í mong ár afturat í kvøldskúlanum. 

Vit vóna, at vit fáa ein góðan og hugnaligan vetur, har fólk kunnu fáa gleði av teimum mongu tilboðunum.

Erik Biskopstø, leiðari


Sí skránna fyri Klaksvíkar Kvøldsskúla trýst her >>

Sí skránna fyri Føroya Handarbeiðskúla her >>